Februar royndist stak væl hjá flogvøllinum bæði til ferðafólk, fráferðir og komur 13.319 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin í Vágum í síðsta mánað, og tað var heili 29% fleiri enn í februar í fjør, tá talið var 10.324.
Vøksturin er fyrst og fremst á Danmarkarleiðunum, har 23,3% fleiri hava ferðast. Herumframt er vøkstur á farleiðunum til og úr Stórabretlandi. Hetta kemst av teirri frálandaflúgving, ið hevur verið til og frá Aberdeen, sigur Vága Floghavn.
Higartil í ár er vøksturin í ferðafólkatalinum 16,1%, nevniliga 26.777 ferðafólk móti 23.062 ferðafólkum sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin her stavar somuleiðis frá farleiðunum til Danmarkar og Stórabretland, meðan farleiðirnar til og úr Íslandi hava havt eina afturgongd svarandi til 18,6%.
Í februar fóru og komu 420 flogfør, svarandi til ein vøkstur uppá 27,7% í mun til februar í fjør. Hesin vøkstur stavar fyrst og fremst frá frálandaflúgvingini. Tó hevur eisini verið vøkstur her á Danmarkarleiðunum.
Higartil í ár eru 895 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 31% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, sigur Vága Floghavn á heimasíðu síni.