Skráseting Føroya fer fyrsta dagin at senda 293 partafeløg og smápartafeløg í Skiftirættin, tí tey ikki hava latið inn roknskapin fyri 2012.
1. august manglaðu 357 feløg at lata inn roknskapin, men síðstu dagarnar eru nakrir roknskapir afturat komnir inn til Skrásetingina. Enn mangla tó 293 partafeløg og smápartafeløg at lata inn roknskapin fyri 2012, og hesi verða nú send í Skiftirættin til tvingsilsavtølu.
Tað kann hava álvarsamar avleiðingar fyri eitt felag at vera sent í Skiftirættin.
- Men ofta er talan um feløg, har virksemið er steðgað upp, staðfestir Kristin Balle, løgfrøðingur á Skráseting Føroya.
Hoyr samrøðu við Kristin Balle við at trýsta á pílin undir myndini.
Yvirlitið yvir teir 357 roknskapirnar, sum ikki vóru latnir inn pr 1. august, sæst við at TRÝSTA HER