Í einum máli um grovt og eyðmýkjandi álop á samkyndar menn í Danmark, hevur ein ungur maður valt at játta.
Revsingin er trý ár og seks mánaðir fongsulsrevsing, boðar dómstólurin í Helsingør frá á heimasíðuni í dag.
Brotsverkini vóru heilt ella lutvíst grundað á kynsliga samelikan hjá ofrunum. Og hetta er tikið við sum herðandi umstøða, boðaði rætturin frá í ásetingini av revsingini.
Tann dømdi var 17 ára gamal, tá harðskapurin varð framdur. Hann varð handtikin í vetur og hevur verið í varðhaldi síðani 1. desember.
Hann hevur síðani valt at játta seg sekan í fimm ákærum, og hetta førdi til dómin, sum varð sagdur mánadagin.
Ofrini vórðu lokkað fram umvegis uppsløg á appini Grindr. Her lætst ein bólkur av ungum fólkum at vera ein 14 ára gamal samkyndur drongur.
Menninir, sum tá játtaðu at hittast, vórðu millum annað sliginir, rændir og frælsistiknir.
Teir vóru eisini útsettir fyri ymisk sløg av eyðmýking, sigur rætturin. Onkur hevur eisini fingið sálarligan skaða.
Upplýsingarnar um dómin koma júst sum ríkisadvokaturin í Viborg hevur avgjørt at kæra ein annan dóm viðvíkjandi ætlaðum álopum á samkyndar menn.
Her hevur tað elvt til kjak, at dómstólurin í Odense metti, at tvey ung í aldrinum 15 og 16 ár ikki framdu hatursbrotsverk, tá tey luttóku í álopum á samkynd.
Í hesum førinum høvdu ofrini verið lokkað á eini app við møguleika at hitta ein 24 ára gamlan mann.
Tey bæði ungu fingu ávikavist sjey og átta mánaðar fongsulsrevsing, men skulu bert sita í ein mánað. Tveir aðrir ákærdir vórðu fríkendir.
Í almenna kjakinum hevur LGBT+ felagsskapurin sagt, at tað er torført at skilja niðurstøðuna hjá dómstólinum um, at talan ikki var um hatursbrotsverk.
Ákærin í Viborg boðaði í dag frá, at dómurin verður kærdur til Eystara Landsrætt. Orsøkin er, at landsrætturin skal hava møguleika at taka avgerð um bæði skuldarkenslu, motiv og dóm.
/Ritzau/