Hetta veit tíðindastovan AFP at siga frá sponsku løgregluni, sum hevur roynt at funnið út av, hví ferðsluvanlukkan hendi.
Sambært fyribils niðurstøðuni hjá løgregluni bendir alt á, at ferðin á bilinum var ov høg á motorvegnum í Spania.
Kendi Liverbool-profilurin, 28 ára gamli, Diogo Jota og beiggi hansara, 25 ára gamli, André Silva, lótu báðir lív í vanlukkuni.
Ferðsluvanlukkan hendi, tá Diogo Jota var á veg aftur til Onglands eftir at hava hildið frí. Brøðurnir koyrdu í einum Lamborghini.