TOFTIR
295.000 krónur fyri eitt grundøki, har klárt er at seta formarnar á.
Er tað nógv – ella er tað lítið?
Tað veldst ivaleyst um fíggjarligu orkuna hjá tí, sum ætlar sær at byggja, og tað veldst ivaleyst eisini um útlitini fyri at fáa eina sethúsaogn fíggjaða í einum peningastovni.
Í høvuðsstaðarøkinum hevði hetta verið eitt rættiliga bíligt byggiøki – ja, kanska ein lítil triðingur av tí, sum eitt slíkt øki hevði kostað har.
Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at kommunan hevði tilsamans 25 grundøki við Lýðarsveg. Nøkur eru umbiðin, og eini sethús eru bygd. Eftir eru umleið 20 grundøkir, sum bara bíða eftir keypara, sum hevur hug at byggja og fáa tað frálíka útsýni, sum er av Lýðarsvegi.
- Hesi grunøkini eru púrasta klár at byggja á, og uppi í prísinum á 295.000 krónur eru øll íbindingargjøld, sigur Símun Johannesen.
Borgarstjórin sigur annars, at nógv lív er ikki í sethúsabygging í kommununi beint í løtuni, men onkur hús standa í gerð við Gaddavegin, har annars er um at verða fullbygt.
Undir Nesinum
Undir Nesinum hevur Nes kommuna eisini eina verkætlan við byggiøkjum í stoypiskeiðini, og her verða eini 25 grundøkir tøk, tá tann ætlanin kann fremjast í verki.
Símun Johannesen vísir á, at fólkatalið í kommununi kvinkar spakuliga uppeftir – um enn kanska eitt sindur seint.
- Vit eru í løtuni umleið 1270 borgarar í kommununi, og vit vóna, at enn fleiri barnafamiljur hava hug at seta seg niður her hjá okkum.
Borgarstjórin leggur aftrat, at fólk eru hjartaliga vælkomin at seta búgv í Nes kommunu.