Tekur stafettina eftir pápan

Nývalda valnevndin í Nes kommunu hevði herfyri skipanarfund, og her varð Andrias Magnussen valdur til nýggjan formann

Andrias Magnussen er nýggjur formaður í valnevndini í Nes kommunu

Andrias Magnussen er valdur til nýggjan formann í valnevndini í Nes kommunu, eftir at nývalda nevndin hevur skipað seg.

 

Tað var á býráðsfundi í kommununi hin 26. mai, at nýggj valnevnd varð vald. Eftir hvørt kommunuval, skal valnevndin veljast av nýggjum.

 

Býráðið gjørdi av at velja hesi umboð: Andrias Magnussen, Elsu í Hjøllum, Vilmund D. Jacobsen, Álv Højgaard og Onnu Malenu Højgaard.

 

Varalimir eru: Rúna Olsen, Petur Gaardlykke og Jaspur Højgaard.

 

- Valnevndin skipar seg sjálv, tó sigur lógin, at býráðið velur forfólkið til valnevndina til Fólkatingsval, siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Nývalda valnevndin hevði herfyri skipanarfund, og Andrias Magnussen varð valdur til formann.

 

Á fundi  hin 23. juni samtykti byráðið eisini at velja Andrias Magnussen til formann í valnevndina til fólkatingsval.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Andrias Magnussen tekur stafettina sum formaður eftir pápa sín. 

 

Pápin er Ólavur Magnussen, og hann hevur sitið í valnevndini í fleiri ár, har hann hevur gjørt eitt framúr gott og ábyrgdarfult arbeiði.

 

##med2##

 

Andrias Magnussen er nýggjur formaður í valnevndini í Nes kommunu

Í fleiri ár hevur Ólavur Magnussen verið ímyndin av valnevndini í Nes kommunu