2be við tilboðum til suðuroyingar

Í døgunum 9.-11. februar verður Sp/f 2be í Suðuroy. Tað er Sigbritt við Neyst Hansen, sum eigur og rekur fyritøkuna 2be, sum eitt nú bjóðar skeið og fyrilestrar til privat, stovnar og fyritøkur.

Nú farið verður til Suðuroyar, hevur hon gjørt avtalu við Finn Johannesen, sum hevur fyritøkuna VILT um at sleppa at brúka hølini, sum hann hevur í Vági.

- Í hesum hølum eru góðar umstøður at hava tey tiltøk, sum eg havi at bjóða, sigur Sigbritt við Neyst Hansen við Portalin.

Hon leggur aftrat, at síðan hon byrjaði sítt virksemi, hevur hon havt fyrilestrar og skeið um alt landið, og sum liður í útbúgvingini sum psykoterapeut hevur hon eisini havt persónligar samrøður og bólkar.

- Av tí, at mítt virksemi fyri tað mesta heldur til í Klaksvík, hevur tað orsakað av geografisku fjarstøðuni verið trupult at nátt suðuroyingum við mínum tilboðum. So, tá eg fekk samstarv í lag við Finn, valdi eg at royna henda møguleika, sigur Sigbritt við Neyst Hansen.

Sjálv hevur hon røtur í Suðuroy, og tí er tað eisini eitt persónligt ynski hjá henni at sleppa at møta suðuroyingum við sínum tilboðum.

- Skeiðini og fyrilestrarnar, sum eg bjóði í Suðuroy, eru tey, sum hava verið tey best umtóktu. Millum hesi er skeiðið “Grundleggjandi námsfrøði”, ið serliga er ætlað teimum, ið arbeiða við børnum og “Einki vágar – einki vinnur”, ið er eitt skeið, sum er gevandi til fólk innan allar vinnugreinar og privat, sigur Sigbritt við Neyst Hansen.

Meiri kann lesast um skeiðini og tey tilboð, sum hon hevur at bjóða suðuroyðingum, á www.2be.fo