3-6 og tað hildu teir í B36 vera hóskandi

Fótbóltur: Óli Johannesen gjørdi hattrikk tá B36 staðfesti FM-heiti- og sandoyingar vórðu sendir í 2. deild

Tað var suðuri á Sandi, at tey mongu B36 viðhaldsfólkini rættiliga hildu sær at gamni, nú teirra felag fyri fyrstu ferð í 35 ár hevði vunnið FM heitið.

Tá B36 vann FM suðuri í Vági var tað so spennandi og avgerðin fall so mikið seint, at áskoðararnir høvdu ikki stundir til at halda sær at gamni, meðan teirra lið spældi.

Tað høvdu teir á Sandi, og tað sást beinanvegin, at hesin dysturin meiri fór at vera sigursfrøði millum mongu B36 viðhaldsfólkini kring vøllin, heldur enn at tað fór at vera eitt stríð inni á vøllinum.

Ikki tí, B36 kom á odda 6-0, og hevði rudduliga vunnið, áðrenn teir í ovfarakæti løgdu vertin á verjupartin, og so slapp heimaliðið at pynta um úrslitið. Og á vegnum norður aftur vóru tað tey í B36 leguni, sum vildu vera við, at hetta var alt avrátt frammanundan. Tí í einum FM ári var tað sera hóskiligt at úrslitið hjá B36 í seinasta dystinum var 3-6!


Málini

Tað vóru tólv minuttir farnir, tá fyrsta málið kom. Ein av ungu monnunum, Carl H. Høgnesen, varð feldur í gjørgnumbroti, og John Petersen umsetti úr ellivu metrum.

At John Petersen slapp at skjóta brotsspark í staðin fyri Jens Kristan Hansen, sum hevur verið fastur skjútti úr ellivu metrum, var kanska tí, at teir í B36 høvdu eina vón um, at teirra toppskjútti hevði ein møguleika at hótta Una Arge, men soleiðis gekk tað ikki.

Jens Kristian Hansen økti til 2-0, tá 21 minuttri vóru farnir. Hann tók av, tá B71 verjan var sera óskettin eftir innkast. Landsliðsmaðurin tamdi og lyfti uppum Novisci í málinum.

Tríggjar minuttir seinni var John Petersen aftur upp á spæl, og aftur hesa ferð varð lyft upp um málverjan, sum var prísgivin aftanfyri tunnu verjuna.

Og so var tað, at Óli Johannesen fór at gera um seg. Landsliðsmaðurin hevur í ár røkt allar ódnirnar á B36 liðnum, burtursæð frá málverjuplássinum, sum Egin H. Høgnesen hevur tikið sær væl og virðiliga av alt árið. Hesar seinastu ferðirnar hevur Óli verið frammi í toppinum saman við John Petersen, og hesa ferð gjørdi hann av álvara um seg.

Tíggju minuttir fyri hálvleik stútaði hann innlegg frá John Petersen úr høgru í kassan, og tíggju minuttir eftir hvíldina økti hann til 5-0, tá hann gjørdist púra leysur eftir innlegg frá Jákupi á Borg úr høgru. Jákup á Borg kom beinanvegin eftir steðgin á vøllin saman við John Hera Dam.

Og tá 73 minuttir vóru farnir setti Óli Johannesen punktum fyri málskjótingina hjá B36 í ár. Hann fekk stungið fram ímillum og so var mál.


B71 slapp uppí

Sandoyingar tóktust vera smokkaðir heilt niður, men síðsta korterið tóku teir av, tá B36 menninir í sigursrúsinum fóru langt fram á vøllin.

Torbjørn Jensen skoraði eftir 76 minuttir og aftur fram ímóti dystarendanum gjørdi hann eitt hegnisligt mál, tá hann snaraði fleiri av sær, og innímillum var tað ein av ungu monnunum, Kári Sørensen, sum fekk mál, tá bólturin rakti í hann eftir misskiljing ímillum málverjan og miðverjuna hjá B36.


Gull í ríkt mát

Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, var komin suður á Sand saman við Børga B. Hansen, næstformanni, og Ísaki Mikladal, aðalskrivara.

FSF handaði Tummasi Eli Hansen, liðformanni hjá B36, Føroya Bjór steypið, og so fingu Tummas Eli og allir hinir fleiri enn tjúgu B36 menninir, sum hava verið á liðnum í ár, gullkrónur um hálsin.

B71 menninir og teirra áskoðarar vistu, hvørja lagnu, teir høvdu fingið, og teir rýmdu ikki, men stóðu virðiligir og fagnaðu nýggju og uppibornu FM vinnarunum.

Torleif Sigurðsson nevndi í stuttu røðu síni, at fyri átta árum síðani stóð hann á sama staði og handaði sandoyingum FM steypið og gullkrónur. Hann vónaði, at sandoyingar verða skjótir aftur í bestu deildina, og vit onnur kunnu bara vóna, at tað fer at eydnast hjá Eli Hentze og hinum har suðuri at skapa eitt nýtt stórlið burturúr ungu monnunum, sum hava fingið møguleikan í fjør og í ár. At líkindini fyri tí skuldu verið betri nú, enn tey hava verið síðstu árini, er einki at ivast í. Nú er arbeiðið í oynni, og tað átti at økt um sannlíkindini fyri, at ungdómarnir fara at støðast har suðuri.