3. Gullbeini

Eg havi nú í fleiri ár bæði skrivað og tosað um, at vit mugu fara at leita eftir olju og gassi  í føroyskum havøki. Hetta  fyri at skaffa okkum fleiri inntøkur til samfelagið og fyri at fáa eitt bein aftrat at standa á.

 

Oljan kann gerast eitt 3. Gullbeini hjá okkum at standa á saman við  fiski- og alivinnu.  Vit  hava ikki  ráð til at lata olju og gass  liggja ónytt í undirgrundini.  Vit  hava brúk fyri hesum  og  ongantíð meir enn júst nú.

 

Tað sýnist  sum aðrir løgtingslimir nú  eisini eru samdir við mær í hesum, og eru farnir at tosa um oljuleiting.  Tað gleðist eg um.

 

Latum okkum heldur fara at leita eftir olju og gassi  enn bara at hugsa um at innføra fleiri skattir og avgjøld á Palliba og Marsannu.   Latum okkum gera køkuna størri.

 

Um eg blívi vald á løgtingsvalinum 24. Mars og fái ávirkan, so fari eg seta øll segl til fyri at fáa sett gongd á oljuleiting við Føroyar.  Hetta er eitt av mínum fremstu málum.

 

X við

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur