Í gjár koppaði ein útlendskur bilur í Skopun.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðni var tað helst á einum uppdyrkingarvegi, at bilførarin fór út av vegnum við bilinum.
- Soleiðis, sum vit hava skilt, var tað, tá bilførarin skuldi venda, at bilurin fór út av og koppaði.
Løgreglan heldur ikki, at hendingin í Skopun hevði so nógv uppá seg, og bilførarin slapp sambært samdøgurfrágreiðingini óskalaður.
Bilførarin mátti hava hjálp fyri at fáa bilin uppaftur.
Í gjár skrivað løgreglan eisini trý mál í ferðsluni, har bilførarar koyrdu ov skjótt.
Ein bilførari varð máldur at koyra 108 kilometrar um tíman niðan móti Sandavágshálsi. Hesin fær bót og klipp í koyrikortið.
Síðan vórðu tveir bilførarar máldir at koyra ávikavist 81 og 95 á vegastrekkinum við Stykkið í Kvivíkar kommunu, har mest loyvda ferð er 60.
- So, hesir seinnu fáa bæði bót og eina treytaða frádøming av koyrikortinum, visti løgreglan at siga í morgun.










