HM: Norska landsliðstroyggjan er útseld

Landsliðstroyggjan er útseld kring alt Evropa

Mynd: Norska fótbóltssambandið

Sambært stóra bretska miðlinum, BBC er norska landsliðstroyggjan útseld kring alt Evropa.

 

BBC skrivar, at norska fótbóltssambandið, NFF hevur púrasta undirmett áhugan fyri norskum landsliðstroyggjum.

 

Tað var serliga aftaná 2-1 sigurin hjá Noregi á Brasil í HM-fjórðingsfinaluni, at norsku landsliðstroyggjurnar blivu nógv eftirspurdar.

 

Runar Pahr Andresen hjá norska fótbóltssambandinum greiðir frá, at í fjør bíløgdu tey 50.000 landsliðstroyggjur, og hesaferð høvdu tey bílagt 250.000 landsliðstroyggjur, og tað var kortini ikki nóg mikið til at nøkta ovurstóra eftirspurningin. 

 

Stóri handilin, Torshov Sport í Oslo upplivdi eina bíðirøð upp á 600 metrar við fólki, ið vildu keypa eina norska landsliðstroyggju. Hetta var dagin eftir Noreg hevði vunnið 2-1 á Brasil. 

 

Handilsleiðarin hjá Torshov Sport, Anders Lilleberg segði við VG, at hann ongantíð áður hevði upplivað nakað líknandi. Hann viðgekk í samrøðuni, at tey á Torshov Sport høvdu ikki lagt upp fyri einum so stórum eftirspurningi. Tey hildu seg hava nógvar norskar landsliðstroyggjur á laguri, men tað vísti seg ikki at halda stikk. 

 

Hjá Nike, ið hevur framleitt norsku landsliðstroyggjuna hevur hon verið útseld í longri tíð. Talsmaður hjá Nike sigur við BBC, at tey harmast mangulin upp á norskar landsliðstroyggjur, og tey fara at arbeiða fyri at bøta um hetta skjótast til ber. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Norska fótbóltssambandið