Tíðindaskriv:
Sigast má, at henda nýggja útgávan umboðar eitt spildurnýtt tíðarskeið við endurføddum ljóðuniversi í yrkisleiðini hjá Silvurdrongi. Tónleikurin er framleiddur í Oslo Østre Frikirke, har Oddur Joensen hevur studio. Oddur hevur framleitt tónleikin við sonnum hegni. Hann megnar til fulnar at skapa eitt heitt, ópolerað, og organiskt ljóð, sum miðað varð eftir frá byrjan. Alt er innspælt frá grundini við hondspældum dugnaskapi - trummur, gittarar, steel-gittari, bassum, ljómborð, klaver og alskyns onnur smærri ljóðføri. Henda tilgongd er eitt mótsvar til tað teldugjørda og AI-stýrda, sum er uppi í tíðini. Hendan útgávan skuldi verða beint tað tvørøvuta: Kropslig og menniskjaslig upp á allar mátar, sum inniber eitt rátt, ótamt og ófullkomið úttrykk, har smáfeilir og tilvildarligheitir gleðiliga verða tikin við í løgini.
##med2##
Bønir er, sum heitið leggur upp til, ein kensluborin útgáva. Bønin er tann mest inniligi samskiftisformurin, ið finst, tí hon er einans millum teg og tín guð. Í bønini kanst tú vera patetiskur, erligur og beinrakin, tí tú kanst kortini ikki krógva nakað fyri teimum hægru maktunum. Tað er hetta tónalagið, sum sangirnir endurskapa. Tey 10 løgini á fløguni eru bønir, sálmar, vøgguvísur, protestsangir og rock’n’roll í einum púra ódestilleraðum formati, har allar kenslur sleppa ótarnaðar framat - bæði sorg, gleði, pína og vreiði. Tónleikaliga kunnu vit kanska siga, at talan er um eina samansjóðing av Kára P. og Velvet Underground, ið eru millum fremstu musikalsku fyrimyndir til Bønir.
Fyrsti lagið á fløguni eitur “Ein deyður metaforur (sum skal skiljast púra bókstavliga)”, og hetta setir tónan á útgávuni. Tekstirnir arbeiða ikki við fínum málburði og snøggum myndburðum men fara beinleiðis til verka. Teir skera inn á bein og lýsa heimin - tann ytra og innara – við einføldum orðingum og bítandi tónalagi. Sungið verður um guillotinina frá sjónarmiðnum hjá 99% av okkum, sum verða fátækari og fátækari, meðan tey ríkastu í verðini hava størri vald enn tey flestu londini og eisini hála í træðrirnar á heimsins størstu hernaðarmegi. Á tann hátt byrjar plátan náðileys og revolutionér, men stigvíst verður hon bleytari og eymari við kærleikskvøðum til gubbabørn, ið eisini varðveita tað einfalda tónalagið. Bønin kann jú vera so mangt – frá djypstu sálarkvøl til eydnuríkasta takksemi - og útgávan fevnir eisini um alt hetta spennið.
Bønir kemur einans út sum fysisk CD fløga og verður tískil ikki at finna á netinum yvirhøvur. Har eru prentaðar 200 fløgur, ið eru til sølu í Tutl handlinum og á heimasíðu teirra. Hetta er partur av anti-monopolistisku og anti-AI filosofiini á útgávuni, sum berjist ímóti dagsins algoritmisku rákum. Silvurdrongur hevur ongar sosialar miðlar yvirhøvur og nýtir einans ein krypteraðan teldupostlista at samskifta við tey, sum eru áhugað í at hoyra um virksemið hjá listamanninum. Um tú vilt leggjast afturat listanum, skalt tú bara senda ein teldupost til [email protected] ella subscribe’a her: ffm.to/silvurdrongur
Við til fløguna fylgir ein lítil bóklingur, har sangtekstirnir standa printaðir. Umframt tað inniheldur bóklingurin eitt lítið manifesti, eitt BØNIFESTO, ið greiðir frá etisku og filosofisku kjarnuni í bønunum.











