Hin 1. juli hevði Astrid Vestergaard 40 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon hevur hesi 40 árini starvast sum sjúkrasystir á seingjadeildini.
- Hetta varð hátíðarhildið í kantinuni á sjúkrahúsinum í gjár, har Astrid eisini fekk handað Den Kongelige Fortjenstmedalje. Hátíðarløtan byrjaði við, at Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóri, helt røðu fyri Astrid.
Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi í dag, og her verður eisini brot úr kvøðuni hjá sjúkrahússtjóranum endurgivið:
- Við tínum trúfesti, fakliga hegni og stóru umsorgan fyri øðrum, hevur tú øll hesi árini sett tíni spor, bæði hjá sjúklingum og starvsfeløgum. Tú er ein álítandi, arbeiðssom og hjartaligur starvsfelagi, sum hevur givið arbeiðsplássinum meira enn tað, sum kann mátast í árum.
Og sjúkrahússtjórin helt fram:
- Onnur hvørji jól og annaðhvørt nýggjár hevur tú verið her á sjúkrahúsinum – ikki tí, at tú hevði hug til at vera heimanifrá, men tí, at tað er ein partur av at verða sjúkrasystur og arbeiða á seingjadeildini, her er tørvur á, at starvsfólk eru til arbeiðis alt døgnið - allar 365 dagarnar í árinum.
##med2##
Í kvøðu síni vísti Hanus Toftheyggj á, at tað, sum Astrid hevur avrikað á Suðuroyar Sjúkrahúsi øll hesi ár, ikki bara er eitt arbeiði, sum ávirkar starvsfólkið, men alla familjuna.
- Familjan hevur vant seg við, at mamma, konan ella omman ikki altíð eru heima, tá tey hava frí - heldur ikki altíð, tá høgtíðir eru. Hetta er nakað, sum eg havi ómetaliga stóra virðing fyri. Tí uttan fólk sum teg hevði okkara sjúkrahúsverk ikki virkað.
Sjúkrahússtjórin vísti á, at sum trygdarumboð hevur Astrid eisini víst sína styrki.
- Tú torir at siga frá, tá okkurt er, sum ikki eigur at vera – og tú gert tað á ein virðiligan og sakligan hátt, og hetta er ein eginleiki, sum hevur stórt virði.
Eftir kvøðuna, handaði Hanus Toftheygg Astrid Vestergaard Den Kongelige Fortjenstmeldalje, umframt gávu og blómur frá sjúkrahúsinum.
##med3##
Síðan helt Lisbet V. Jacobsen, deildarleiðari á seingjadeildini, røðu og handaði Astrid gávu frá starvfólkunum á deildini.
Borðreitt varð við leskiligum munnbitum, køkum og kaffi fyri familju og starvsfólki, og nógv nýttu høvið at heilsa uppá Astrid hesa løtuna.
- Vit ynskja Astrid hjartaliga tillukku við 40 ára starvsdegnum og Den Kongelige Fortjenstmedalje, og takka henni fyri trúgvu tænastuna og góða samstarvið øll hesi árini, verður sagt á Facebook-vanganum hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi.
##med4##













