HM: Sadio Mané gevst á senegalesiska landsliðnum

Sadio Mané megnaði 132 landsdystir

Mynd: Ritzau Scanpix

Ein tann fremsti fótbóltsleikarin hjá Senegal nakrantíð, 34 ára gamli Sadio Mané, ið hevur vunnið nógvar heiðrar við Liverpool, Bayern München, Red Bull Salzburg og Al-Nassr, gevst nú á senegalesiska landsliðnum. 

 

Talan gjørdist um 132 landsdystir og 55 mál í einum tíðarskeiði upp á 14 ár. 

 

Við Senegal vann Sadio Mané afrikanska meistaraheitið í 2021, og hann vann silvur í somu kapping í 2019 og í 2025. Sadio Mané hevur eisini vunnið fleiri persónligar heiðrar.

 

Tað sveið tó hjá Sadio Mané, at Senegal var á odda 2-0 móti Belgia í HM-sekstandapartsfinaluni, men tað endaði kortini við einum 2-3 tapi. 

 

Í almennari fráboðan skrivar Sadio Mané: - Eg vil hava, at tit skulu vita, at eg havi offrað alt fyri hetta flaggið. Eg havi givið alt sum eg hevði í mær, og eg havi heilhjartaður altíð stríðst fyri landi okkara. Skrivar Sadio Mané.

 

Sadio Mané hevur tó boðið sær at hjálpa senegalesiska fótbóltssambandinum, antin sum partur av venjaratoyminum, ella sum ein leiðandi persónur í senegalesiskum fótbólti. 

 

Sadio Mané hevur sáttmála við saudiska felagið, Al-Nassr fram til komandi summar. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix