Tað kann vera dýrt at sláa fólk.
Men tað kann verða uppaftur dýrari at sláa ein politist.
Tað mátti ein maður staðfesta í Føroya rætti í morgun.
Hann noyðist nú í fongsul í 30 dagar fyri at hava sligið ein politist í andlitið.
Tað hevði onga ávirkan á revsingina, at hetta hendi í fyllskapi. Tað hjálpti heldur onki, at hann fortaldi, at tá ið hann varð komin til hús eftir hendingina, hevði hann stoytt níggju litrar av brennivínið í vaskið. Tað var alt brennivínið, hann átti inni og síðani hevði hann ikki drukkið fyri ikki at koma í slíka støðu aftur.
Og Tað hjálpti heldur onki, at hann hevði eitt gott, fast starv, tí at sláa ein politist, sum roynir at útinna sítt arbeiði, sleppur ein ikki órevsaður frá.
Maðurin var ákærdur fyri at hava sligið ein politist í eyðkennisbúna í andlitið við knýttum neva. Hann var somuleiðis ákærdur fyri at herverk ímóti einum politibili, eftir at hann traðkaði rútin í aðrari bakhurðini ígjøgnum so at hann fór í knús.
Maðurin játtaði seg sekan í at hava brotið rútin í politibilinum, men hann mintist onki til at hava sligið
Etandi skít
Tað var nýggjársaftan, at maðurin fór í býin og hann var blivin etandi skít.
Uttanfyri ein náttklubba í Havn elvdi hann til trupulleikar, tí tey vildi ikki hava hann inn.
Sjálvur helt hann, at tað kundi vera tí, at hann var ov skít.
Tey ringdu eftir løgregluni, tí hann hevði verið ólátaður við okkurt starvsfólk í náttklubbanum
Tá ið løgreglan kom á staðið, var tað onki, sum bendi á, at hetta skuldi enda í harðskapi.
Hinvegin eru hann og politisturin ikki samdir um, hvat síðani hendi.
Sjálvir ørminnist hann at tveir politistar komu og vildu hava hann í bilin, tí teir bjóðaðu sær at koyra hann til hús.
Hann fortaldi eisini politistunum, hvussu hann æt, men politistarnir vildu ikki svara, tá ið hann spurdi, hvussu teir itu.
Tá bleiv hann nasvísur og spurdu um teir báðir itu James, tí tað itu allir tænarar helt hann og sipaði til, at politistarnir høvdu bjóðað sær til at koyra hann heim.
Hetta hóvaði ikki politistunum báðum, tí teir svaraðu aftur, at teir høvdu annað at gera enn at koyra fyllibyttur heim.
Fínt, lat meg so sleppa út, svaraði maðurin. Men tá ið hann tók í hurðina, var hon læst.
Og so gekk heilt galið.
Tað endaði við, at hann traðkaði rútin ígjøgnum og læt hurðina upp uttan í frá. Tí varð hann koyrdur í brummuna og sleptur út aftur dagin eftir.
Fullkomiliga óvart á
Politisturin, sum varð sligin, greiddi frá, at tað kom fullkomiliga óvart á hann, tí tá ið teir tosaðu við mannin í fyrstuni, var hann hampiligur púra róligur og tað var onki, sum bendi á, at tað skuldi ganga galið.
Men hann var fullur, so báðir politistarnir tóku undir hvør sín arm á honum at styðja hann yvir til politibilin og hann fylgdi góðvilligur við.
Men tá ið annar politisturin so slepti arminum at lata hurðina á bilinum upp, reiggjaði hann brádliga og púra ómotiverað nevan og sló hin politistin inn á síðuna á andlitið.
Politisturin sá ikki slagið og hann sá tí heldur ikki, um tað var við knýttum neva. Men hann hevði so ongan skaða fingið uttan at hann kanska var eitt sindur groggy ta fyrstu løtuna at hann var eitt sindur eymur.
Tá komu fleiri politistar til og teir fingu lagt mannin í hondjørn, men hann varð fullkomiliga frá sær sjálvum og bardust alt hann orkaði fyri at sleppa leysur og tað helt hann fram við allan vegin á politistøðina.
Ákærin vísti á, at fyri nøkrum árum síðani var maðurin eisini dømdur 30 dagar í fongsul fyri harðskap og tí helt hann, at 30 dagar var eisini ein hóskandi revsing í hesum føri.
Verjin vísti á, at hin dómurin var so gamal, at tað vísti, at tað var ikki gerandiskostur at hann var so harðligur og helt ikki, at maðurin skuldi í fongsul, serliga tá ið hugsað verður um, at hann hevur fast starv og familju og at hann var givin at drekka.
Men dómarin gav fútanum rætt og trúði heldur politistinum enn tí ákærda. Tí var maðurin dømdur at sita í fongsli í 30 dagar, hóast hann ikki helt, at tað var prógvað, at politisturin varð sligin við knýttum neva.
Hann skal eisini betala 2630 krónur fyri bilrútin.
Maðurin tók við dóminum og so er hetta málið úti av verðini.