Í annaðkvøld klokkan 20 fara okkara U21-hetjur aftur á vøllin í HM-endaspælinum í Póllandi.
Tá skulu okkara spæla HM-fjórðingsfinalu móti Slovenia, ið higartil eru ósigraðir í HM-endaspælinum. Dysturin verður leiktur í Sosnowiec. Tað verur fyrstu ferð í hesum endaspælinum, at Føroyar ikki spæla dyst í Katowice.
Níggju altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Slovenia og Føroyar. Oddsini eru næstan jøvn millum liðini, men tey hella eitt vet til Slovenia.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 2,19.
Miðaloddsini upp á slovenskan sigur eru 1,96. So tað er ikki nógv sum skilir liðini.
Miðaloddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð eru 8,28. Bæði Føroyar og Slovenia hava leikt javnt í hesum endaspælinum. Føroyar við javnleiki 35-35 móti Íslandi, og Slovenia við javnleiki 33-33 móti Noregi.
HER eru oddsini:
##med2##