Komandi skúlaár eru 30 flokkar við oman fyri 24 næmingum samanborið við 24 flokkar hetta skúlaárið, og fleiri av flokkunum eru nýggir flokkar, tað vil siga 1. flokkar og 8. flokkar.
Hetta skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.
Í fyribilsnæmingatølunum fyri komandi skúlaár síggja vit, at tað fara at vera 14 flokkar við 25 næmingum, 11 flokkar við 26 og 5 við 27 næmingum. Tretivu og ikki tjúgu flokkar, sum tað var sagt í løgtinginum í mikudagin í sambandi við munnligan fyrispurning um næmingatal í flokkum. Hetta er á ongan hátt í lagi, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.
- Tá ið fólkaskúlalógin fyriskrivar, at tað bara í heilt serligum førum eigur at verða farið upp um 24 næmingar, er tað ikki í samsvari við lógina, tá vit hava 30 flokkar komandi ár við næmingatali oman fyri 24.
Formaðurin í Føroya Lærarafelags vísir á, at grundgevingin, sum var førd fram, at tað ikki er skilagott at býta næmingar í stórum flokkum sundur, sum hava verið saman í nógv ár, og sum eru væl samansjóðaðir, heldur ikki, tá vit síggja, at seks av teimum 30 flokkunum eru nýggir flokkar; tað er antin 1. flokkar ella 8. flokkar, sum eru settir saman av næmingum, sum koma úr fleiri skúlum.
- Tað kann vera skilagott at varðveita flokkin í ávísum førum, hóast ein næmingur kemur afturat teimum 24 í eitt tíðarskeið. Kemur ein næmingur aftrat, so kann ynskið á staðnum verða at halda fast við flokkin sum hann er og heldur hava tveir lærarar í flokkinum, soleiðis at tað skiftivís kann vera undirvíst í bólkum ella við tveimum lærarum í flokkinum.
Nógvir av teimum stóru flokkunum komandi skúlaár eru ikki í hesi støðuni. Á Skúlatrøð verður talið av næmingum í 1. flokki komandi ár 73 næmingar, og har er ætlanin at gera tríggjar stórar flokkar heldur enn at gera fýra flokkar.
Jacob Eli S. Olsen undrast á, at tað eru so nógvir stórir flokkar, tá ið tað samstundis verður sagt – eisini í nýggja samgonguskjalinum – at vit skulu hava smærri flokkar, og tá so nógv tilmæli tala fyri, at tað er skilabest við færri næmingum í flokkunum, skrivar Skúlablaðið á netinum millum annað.