30 maskinistar fingið prógv

Fríggjadagin 14. september fingu 30 maskinistar handað prógv á Vinnuháskúlanum í Havn. Talan er um maskinistar, sum í mong ár hava starvast umborð á skipum undir Føroyum og aðrastaðni.

Hesir hava nú í eina tíð verið til undirvísing á Vinnuháskúlanum og hava nú fingið prógv sum maskinistar: Sólberg K. Jacobsen, Rólant Hansen, Sámal Jákup Jacobsen, Jói Elian Hansen, Niels P. Toftegaard, Pætur E. Hansen, Tollakur Joensen, Símin P. Viðbjørg, Remi Thorleifsson, Bergur Clementsen. Lyder Lydersen, Jens P Jensen, Fróði K. Andresen, Suni West, Ove Heinesen, Alexandur Abrahamsen, Bent M Berg, Leivur K. Hentze, Finn Danielsen, Tummas Anthoniussen, Linjohn Kærbech, Petur Hans Mikkelsen, Ásmund J. Dahl, Kjartan E. Hansen, Torkil Hansen, Jørmund S Gaardlykke, Torfinn Hansen, Birgir E. Hansen, Martin Thomsen og Jónbert Justesen.