Í gjár var hátíðarhald á Eldrasambýlinum í Hvalba fyri Conny Poulsen, ið hevur starvast á eldratænastuni í Suðuroy í 30 ár.
Conny Poulsen byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyri og hevur eisini verið avloysari sum bólkaleiðari, skrivar Suðurrás.
Síðan 2015 hevur hon arbeitt á Eldrasambýlinum í Hvalba.
Ì sambandi við 30 ára starvsdagin fekk Conny blómur og gávur handaðar, og Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni segði nøkur orð, har hon takkaði Conny fyri góða og trúgva tænastu.
Frá vinstru: Barbara Julsgart, deildarleiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, Conny Poulsen heilsuhjálpari Hvalba og Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.