Eyðun Andreassen
formaður í Granskingarráðnum
¨¨¨¨¨¨¨¨¨¨`
Vitanargrundaður búskapur
Tá Granskingarráðið varð skipað, og við tí Granskingargrunnurin, var tað við tí fyri eyga, at økja innsatsin innan gransking, menning og nýskapan ikki minst í sambandi við landsins vinnu-vegir. Tankin var og er, at tørvur er á vitan á hægsta stigi fyri at kunna taka kapping upp í einum globaliseraðum heimi. Granskingarráðið hevur tí lagt upp til at menna ein politikk fyri gransking, menning og nýskapan, ið skal tryggja eina effektiva samlaða íløgu, ið framleiðir hágóðsku vitan á altjóða stigi til gagns fyri samfelagið. Hetta má vera rætta leiðin, og eg havi ongan hoyrt vera ósamdan um, at vitan á hægsta stigi er ein tann mest grundleggjandi treytin fyri at uppfylla vinnulig krøv í nútíðini og, ikki minst, framtíðini.
Í øllum framkomnum londum í dag er ein vaksandi partur av búskapinum grundaður á vitan, og ongastaðni síggjast vakstrarmøguleikarnir størri enn innan vitanargrundaðan búskap. Í øllum londum og landasamtøkum er ein væl skipaður, miðvísur politikkur fyri gransking og menning er ein avgjørd fortreyt fyri hesi støðu. Bæði sum hon er, men ikki minst fyri at halda fast við og útbyggja henda positiva veruleika.
Í nøkur ár hevur gransking verið eitt nógv nýtt orð í almenna politiska kjakinum í Føroyum, og allir politiskir flokkar hava orðingar um gransking í sínum politiska grundarlagi. Men tað tykist ofta sum eitt slag av gandaorði, ið sveimar leyst "yvir vøtnunum", fyri at nýta eina vælkenda mynd, og tað er trupult at jarðfesta orðið til eitt konkret innihald, til ein politiskan føroyskan veruleika.
Vitan kostar pening
Eingin grund er at dylja at gransking kostar pening. Fitt av peningi. Tveysiffraðar milliónaupphæddir, um nakað skal muna, og trísiffraðar milliónaupp-hæddir, um Føroyar skula fylgja tilráðingini frá OECD (og EU) um, hvussu nógv í minsta lagið skal nýtast bert fyri at fylgja við í menningini og ikki darla aftaná. Henda tilráðing mælir til 3% av bruttotjóðarúrtøkuni, sum í Føroyum er uml. 10 mia. 3% svara til 300 milliónir til gransking og menning. Hetta er eitt samlað tal fyri alla fígging, bæði almenna og privata, á økinum.
Hetta ljóðar øgiligt, men havið ongan ótta, tí so stórar upphæddir klára vit valla at granska fyri í Føroyum enn á sinni. Tað er ikki nóg mikið til av føroyskum granskarum at arbeiða fyri 300 milliónir um árið. Men verður onkur stór íløga gjørd úr útlandinum í onkra føroyska verkætlan, so kunna vit lættliga nærkast hesum talinum. 300 milliónir eru smápengar í altjóða gransking, og ikki øgiliga nógvir pengar, um eitt nú talan skuldi verið um eina hampiliga stóra íleguverkætlan.
Men stígur tykist onkursvegna at vera komin í, síðan núverandi lóg um gransking var samtykt við einari intensión um, at Granskingargrunnurin eftur fáum árum skuldi hava einar 10 til 15 milliónir at arbeiða við. Ein slík upphædd kom ongantíð upp á tal. Tann nógv minna upphæddin, grunnurin fekk, er í staðin minkað, og ymsar aðrar játtanir til gransking og menning eru spjaddar runt í fíggjarlógini og millum tey ymsu umsitingarøkini - aðalráðini. Eingin dyggur vilji til gransking hevur sæst í nakrari politiskari samgongu seinnu árini. Eftir játtanunum at meta.
20% av 3%
Hyggja vit í fíggjarlógina fyri 2004, sæst at samlaða játtanin á teimum kontum, ið veita stuðul til verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan er umleið 18 milliónir krónur hjá Mentamálaráðnum, Fiskimálaráðnum og Vinnumálaráðnum. Henda samgongan hevur skorið hesar játtanir við umleið 7 milliónum. Úr 25 í fíggjarárinum 2003. Tað er ein niðurskurður upp á 28%.
Sjálvur haldi eg ikki, at hasi 3% av BTÚ - 300 milliónir - eru eitt relevant stavnhald hjá føroyska samfelagnum. Tað geri eg av fleiri grundum. Ein tann tyngsta er kanska tann, at Føroyar ikki eru eitt heilt ídnaðarland. T.e. við nógvum ídnaðarligum vinnugreinum. Vit hava framvegis fiskivinnuna sum dominerandi vinnu. Tí kundi tað verið meira relevant at sammett okkara íløgu í % av BTÚ við, hvussu stóran part av hesum 3% onnur lond lata til sínar matvøruvinnur.
Tá eg her havi roknað 18 milliónir til gransking og menning, havi eg ikki roknað stovn-arnar upp í, ið fáast við gransking. Legga vit alt saman koma vit til kanska einar 60 milliónir krónur. Ella 0,6% av BTÚ.
Í 2003 vóru Føroyar sostatt við øðrum orðum við at nærkast 20% av teimum 3% av BTÚ, ið grannalond og kappingarneytar okkara meta sum minimum fyri ikki at dragna aftanúr!! So fór at minka við almennu játtanunum nú við seinastu fíggjarlóg. Og hvussu verður í fíggjarlógaruppskotinum, sum skal leggjast fram í næstu viku? Vit bíða í spenningi.
So er tað vinnan. Av teimum 3% av BTÚ eigur ein góður munur at koma frá vinnuligum íløgum í gransking og menning. Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum sæst í dag í sambandi við sparingarnar í miðfyrisitingini ein eftirlýsing eftir einum størri almennum innsatsi fyri júst gransking, menning og nýskapan. Eg vil eisini senda eina eftirlýsing út: Eftir størri innsatsi á økinum frá vinnulívinum. Víst táttar í har fíggjarliga beint nú summastaðni, men har tykjast vissuliga eisini at vera kassar í vinnulívinum, ið heldur flóta yvir við pengum við stórum spektakulerum aktiviteti. Tíverri ikki av tí mest produktiva slagnum. Hesi boðini fari eg biðja leiðaran í vinnuhúsinum bera víðari.
Uppskot um granskingarpolitikk
Játtanirnar á fíggjarlógini til gransking og menning eru at finna á ymsum kontum undir teimum ymsu aðalráðum. (Nú rokni eg ikki stovnarnar uppí. Eg hugsi bara um tær oman fyri nevndu uml. 18 milliónirnar). Tað er í lagi, at landsstýrismenn taka ábyrgd á sínum økjum og játta pening til hesi endamál. Soleiðis skal tað vera. Men virksemið á økinum eigur at samskipast og fyriskipast eftir einum samlaðum granskingarpolitikki, ið Føroya landsstýrið setir út í kortið.
Eitt høvuðssjónarmið aftan fyri okkara uppskot er, at við avmarkaðum fíggjarligum tilfeingi (tað verður altíð støðan) er neyðugt at gera raðfestingar. Vit í Granskingarráðnum gera okkara raðfestingar (tað noyðast vit, tá vit sum nú hava góðar og kvalifiseraðar umsóknir fyri góðar 20 milliónir, men hava bert 2,7 av býta út!). Í Vinnuframagrunninum gera tey sínar raðfestingar fyri at kunna velja út, og tað sama fólkini, ið sita fyri peninginum, Fiskimálastýið hevur játtað á sínum øki.
Vit sóknast eftir einum almennum granskingarpolitikki, ið úttrykkir landstýrisins samlaða vilja um gransking, menning og nýskapan, og hvørjar raðfestingar, landsstýrið vil gera. Vit hava skeitt at granskingarpolitikkinum í Finlandi og í Íslandi. Serliga tí seinna. Har hevur verið arbeitt eftir hesum prinsippi í nógv ár, og tað má sigast, at íslendski granskingarpolitikkurin hevur hepnast serstakliga væl. Eitt endamál hevur verið, at skapa alternativ til fiskivinnuna, og eisini takkað verið granskingarstrevinum, er Ísland ikki longur tað, vit vanliga kalla eitt fiskivinnusamfelag!
Nógvir føroyingar hava kunnað seg við, hvussu Ísland og onnur lond skipa sína gransking, og hugmyndin um samskipan hevur eina tíð verið livandi í orðaskiftinum. Í samgonguskjalinum verður eisini sett út í kortið at gera nakað við hetta. Kortini tykist tað trupult at fáa viðgjørt spurningin ítøkiliga. Tí hava vit sett fram okkara uppskot við tí sjónarmiði, at høvuðsamboðið til hesa samskipan er ein yvirskip-aður granskingarpolitikkur, sum hevur breiða politiska undirtøku.
Okkara uppskot er í fýra pørtum:
1. Vísinda- og tøkniráð
Skotið verður upp, at ein tílík samskipan verður løgd í eitt Vísinda- og tøkniráð, har løgmaður er formaður og landsstýrismennirnir í vinnumálum, mentamálum, fiskivinnumálum, almanna- og heilsumálum og fíggjarmálum eru limir. Eisini skulu vinnan, granskingar-stovnarnir og almenna umsitingin at verða umboðað.
Vísinda- og tøkniráðið orðar ein granskingarpolitikk, sum við felags hugsjón fevnir um gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Dentur verður lagdur á, at tann yvirskipaði granskingarpolitikkurin ikki fer í smálutir, men er ein karmur, har serlig høvuðsøki verða raðfest fyri ávíst tíðarskeið, samstundis sum fíggjarligu íløgurnar fylgja við.
Uppgávan hjá einstaka landsstýrismanninum er síðani at ítøkiliggera yvirskipaða granskingarpolitikkin, m.a. við at stuðulsskipanirnar innan teirra øki virka eftir raðfestingunum hjá Vísinda- og tøkniráðnum.
Við jøvnum millumbilum eigur granskingarpolitikkurin at verð a eftirmettur og rættaður til nýggjar avbjóðingar.
2. Vísinda- og tøkninevnd
Ístaðin fyri tær tríggjar núver-andi nevndirnar fyri Vinnuframagrunnin, Granskingargrunnin, Fiskivinnu-royndir og Granskingarætlanir skjýtur Granskingarráðið upp at skipa eina felags Vísinda- og tøkninevnd. Nevndin vísir til Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið, Fiskimálaráðið og Amanna- og heilsumálaráðið.
Vísinda- og tøkninevndin skal ráðgeva landsstýri og vinnu og hevur m.a. hesar uppgávur:
Gera uppskot til granskingarpolitikk til Vísinda- og tøkniráðið
Taka stig til uppskot um loysn av aktuellum granskingarpolitiskum spurningum og evnum
Ráðgeva í sambandi við fyrireiking og skipan av lóggávu
Ovastu leiðsluna yvir stuðulsskipanum
Viðgera ítøkiligar verkætlanir og taka endaliga støðu til, hvørjar umsóknir verða stuðlaðar
Umboðini í nevndini verða vald av aðalráðunum og vinnuni. Vísindaligi og og tøkniligi førleikin eigur at vera javnt býttur í nevndini.
3. Stuðulsskipanir
Verandi stuðulsskipanir verða varðveittar og virka undir Vísinda- og tøkninevndini. Umráðandi er, at umsóknarfreistirnar og mannagongdirnar fyri viðgerð av umsóknum og umsiting av stuðli vera samskipaðar.
Tað skal verða heilt greitt, hvørji øki hvør stuðulsskipan raðfestir, og hvat slag av verkætlanum kunnu fáa stuðul. Kompetentar metingar av umsóknunum skulu tryggja hægsta góðskustigi.
4. Felags fyrisiting
Ein fortreyt fyri at nýggi bygnaðurin skal virka, er ein felags fyrisiting, ið virkar sum bindilið millum Vísinda- og tøkniráðið, Vísinda- og tøkninevndina og stuðulsskipanirnar.
Fyrisitingin er tænastustovnur hjá ráðnum og nevndini og umsitur stuðulsskipanirnar.
Verandi bygnaður
Stuðulsskipanirnar í verandi bygnaði hoyra til trý ymisk aðalráð og hava hvør sína nevnd og fyrisiting. Einki formelt samstarv er millum ymsu nevndirnar og fyrisitingarnar.
Nevndirnar taka støðu til hvørjar verkætlanir fáa stuðul, antin út frá egnum raðfestingum ella raðfestingum, sum politiski mynduleikin í viðkomandi aðalráði hevur ásett. Mannagongdir fyri viðgerð av umsóknum og umsiting av stuðli eru gjørdar, soleiðis sum nevnd og fyrisiting meta hóska best til teirra skipan.
Vantandi samstarvið í sambandi við umsóknarfreistir, viðgerð av umsóknum, møgulig samfígging v.m. førir við sær, at tað er sera trupult fyri umsøkjaran at finna út av, hvar besti møguleikin er at fáa fígging til eina verkætlan. Ofta vil umsøkjarin søkja frá øllum stuðulsskipanunum, og tað gevur trupulleikar fyri viðgerðina av umsóknunum, tá ymsu fyrisitingarnar ikki vita av hvørji aðrari.
Nógv áhugaverd tiltøk innan gransking, menning og nýskapan eru sett í verk seinastu árini, men vegna vantandi samstarv og manglandi yvirskipaðan granskingarpolitikk er ilt at meta um, hvussu tað fer at eydnast at fáa gagn av teimum íløgum, sum landið ger innan økið.
Eingin ivi er um, at einstakar verkætlanir kunnu føra til góð úrslit, men Granskingarráðið metir, at nógv meira kundi fingist burtur úr almennu íløgunum, um arbeiðið var miðvísari. Vit eiga at leggja dent á øki, har vit hava serligan førleika og tilfeingi at gera rannsóknir og veruliga kunnu gera okkum galdandi á altjóða støði.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá Granskingarráðnum er at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum. Í juni 2003 almannakunngjørdi Granskingarráðið eitt uppskot til ein framskygdan og málrættaðan granskingarpolitikk fyri Føroyar. Hugsjónin skilgreinar innihaldið í føroyskari gransking, menning og nýskapan, og granskingin er býtt í seks høvuðspartar við ítøkiligum undirevnum. Aðalhugsanin er, at gransking fremist best í samstarvi.
Granskingarráðið metir, at ein orsøk til, at tað enn ikki er eydnast at fáa ta breiðu politisku undirtøkuna fyri einum felags granskingarpolitikki er, at einki hóskandi lið er í verandi bygnaði, sum kann samskipa ein tílíkan politikk.
Tí hetta uppskot, ið er lagt fyri Føroya landsstýri.