Við 7 atkvøðum fyri, 5 ímóti og einari blankari atkvøðu samtykti Tórshavnar býráð fyri løtu síðani at geva endaligt byggiloyvi til nýggju kirkjuna á Argjum.
Kirkjan hevur verið leingi á veg. Málið byrjaði í 2006, men serliga seinastu tvey árini ella so hevur sera stór mótstøða verið ímóti, at kirkjan verður bygd á økinum við Sandá.
Aðrir møguleikar hava verið kannaðir, men tað bar ikki á mál.
Endaligt byggiloyvi varð annars givið 29. februar í fjør, tá býráðið eisini samtykti at geva kirkjuni byggiloyvi. Men so varð málið kært, tí funnið var útav, at allar neyðugar hoyringar ikki vóru gjørdar. Tí skuldi málið ganga umaftur.
Eftir at hoyringarnar eru gjørdar, er tilmæli hjá tekniska stjóranum hjá Tórshavnar kommunu, samtykti býráðið fyri løtu síðani at geva endaligt byggiloyvi.
##med2##