Tað var ikki greitt, tá Sosialurin fór til prentingar, hvørt búfólkið flytir heimaftir áðrenn jól.
Tó stendur fast, at løgtingsins fíggjarnevnd á fundi mánadagin samtykti at veita búfólkunum hesa peningaupphædd.
Tá tingfundur byrjaði kl. 13 í gjár, var sum fyrsta punkt á skránni biðið um at fáa málið til atkvøðu í tingsalinum.
Doris Hansen, formaður í MBF, var stødd á áhoyraraplássinum í tinginum, og hon sigur við Sosialin, at málið varð einmælt samtykt í tinginum.
Heri Berg, yvirlækni á psykiatrisku deild, visti av ongum,tá Sosialurin segði frá nýggjastu hendingunum viðvíkjandi pensionatinum.
Hann trúði næstan ikki sínum oyrum, men segði kortini, at nú foru tey at fyrireika heimkomuna hjá búfólkunum.
- Nú veit eg ikki, um fíggjarligt grundarlag er fyri at flyra búfólkini, men hinvegin, so var eingin grund hjá tinginum at játta pening um búfólkið ikki verður flutt heimaftur til jóla. Tað er jú tað, málið snýr seg um, sigur Heri Berg, í stuttari viðmerking.