Vil vita hvørja avleiðing oljudálking fær

Tingkvinna hevur sett landsstýrismanninum ein fyrispurning um oljudálking á vegunum

Tað er Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum vil hava landsstýrismannin í fiskivinnu- og samferðslumálum at greiða frá um oljudákling á landsvegunum.

Ítøkiliga spyr hon soleiðis í einum gren 52a fyrispurningi til landsstýrismannin:

1. Hvørjar avleiðingar fær slík oljudálking fyri tey, sum eru orsøk til dálkingina?

2. Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja, at olja lekur á landsveg?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir hon á fleiri støðu seinastu mánaðirnar, har ferðsla er tarnað orsakað av oljudálking á landsvegum, og har Landsverk skal vaska upp eftir oljudálkingina.

– Hesin spurningurin verður settur fyri at vita, um nakað verður gjørt fyri at fyribyrgja oljudálking á landsvegum, umframt um tað hevur nakrar avleiðingar fyri tey, ið eru orsøk til dálkingina, sigur Hervør Pálsdóttir.

Landsstýrismaðurin hevur tvær vikur at svara spurninginum.