31 deyð í morðbrandi í Ukraina

31 fólk hava latið lív í einum eldsbruna í ukrainska býnum Odessa í kvøld. Myndugleikarnir siga, at eldurin var ásettur.

Ukrainska innanríkisráðið sigur, at tey flestu brunnu inni í einum fakfelagsbygningi, og at nøkur doyðu, tá tey royndu at bjarga lívinum við at leypa út ígjøgnum vindeyguni.

 

Innanríkisráðið í Kiev sigur, at talan var um eina kriminella gerð, og at talan er um ein morðbrand. Myndir vísa eisini, at fólk tveittu brandbumbur ímóti bygninginum.

 

Lokalir fjølmiðlar siga, at tað vóru víðgongd Russlands-viðhaldsfólk, sum vóru inni í bygninginum, tá eldur kom í.

Ófriðurin í Odessa kyknaði fyrr í dag, tá partarnir brustu saman, og trý fólk lótu lív. Tað hevur annars verið toliliga friðarligt í Odessa, síðani ófriðurin kyknaði í Ukraina.