Í minsta lagi 32 fólk eru deyð í áarføri og skriðulopum á frítíðaroynni Madeira. Fleiri hundrað norðurlendsk ferðafólk eru har. Ein almennur tænastumaður sigur við tíðindastovuna AP, at higartil hava myndugleikarnir fingið fráboðan um, at 32 hava latið lív.
Men norska tíðindastovan sigur frá bjargingarmyndugleikunum, at tað veruliga talið uttan er iva størri enn 32. NTB skrivar, at 68 fólk eru flutt á sjúkrahús.
Danskir fjølmiðlar siga, at umleið 200 danir eru á Madeira, og norska uttanríkisráðið segði í dag, at 200 norskir ríkisborgarar eru her og halda vetrarfrí.