33 fólk arbeiða hýsu í Leirvík

Hýsan hjá línubátunum er sera smá, men á virkinum í Leirvík fáa tey einki gjørt við hýsu 4, sum liggur millum 300 og 500 gr.- Hendan er alt ov smá til tess, at lønandi framleiðsla kann fáast burtur úr, sigur Kjartan Joensen

Eitt av teimum smáu og lutfalsliga nýggju virkjunum í Føroyum, er flakavirkið hjá P/F Kjartani Joensen í Leirvík. Eisini á hesum virkinum, sum burtur av virkar og selir fryst hýsufløk, er gongd komin á aftur, nú vit eru komin inn í 2. viku í nýggja árinum.
? Vit byrjaðu aftur týsdagin, sigur Kjartan Joensen og vísir á, at øll rávøran,sum fer ígjøgnum maskinurnar, verður keypt á uppboðssølu og um uppboðssøluna.
? Vit arbeiða bara hýsu; her var eingin toskur arbeiddur í fjør, og vit fluttu ongan heilan fisk av landinum, leggur hann dent á. Kjartan heldur ikki, at nakað serligt lønsemi er í feskum hýsufløkum, tí tað tekur so langa tíð, áðrenn hesi eru hjá keyparanum, at tey tá ikki eru nóg fesk longur.
Øll framleiðslan á virkinum í Leirvík byggir tí á fryst hýsufløk.
Hýsan sera smá
Sum skilst, er hýsan, sum línuskipini koma við, yvirhøvur ógvuliga smá. Ein stórur partur er hýsa 3 og hýsa 4, sum liggur millum 300 og 500 gr.
? Hinvegin er hýsan hjá trolarunum nógv størri, men tað syrgir meskastøddin fyri, sum Kjartan tekur til.
Á virkinum í Leirvík fáa tey einki gjørt við hýsu 4, tí hendan er alt ov smá til tess, at lønandi framleiðsla kann fáast burtur úr henni.
Sosialurin hevur skilt, at flestu línuskip gera alt, tey kunnu, fyri at sleppa framat at landa hósdag, so møguleikar eru hjá útflytarum, ið selja heilan fisk av landinum, at keypa. Dømir eru eisini um skip, sum bara hava lagt hýsuna upp hósdag.
? Men hetta er nú heldur ikki so løgið, tí ein og hvør vil hava sum mest burtur úr, vísir Kjartan á.
Mikudagin vóru trý línuskip á uppboðssølumarknaðinum við hýsu.
Støðugt arbeiði
Á virkinum hjá Kjartani Joensen var rættiliga støðugt arbeiði seinna hálvár í fjør. Vóru gólvini turr tveir dagar tilsamans eftir summarsteðgin, var tað alt.
? Fyrra hálvár var eisini nógv arbeiði á virkinum, men tá datt onkur dagur burtur ímillum av og á, sigur Kjartan.
33 fólk arbeiða hjá P/F Kjartani Joensen í Leirvík, og virkisleiðari er Niels Petur Bech.
Arbeitt verður fyri tað mesta vanliga tíð, men klokkan verður ofta 20-21 á kvøldi, áðrenn frystararnir kunnu fara heim.
Kjartan Joensen ásannar, at kappingin um hýsuna er ógvuliga hørð ? serliga tí, at teir, sum keypa og útflyta heilan fisk, keypa hýsuna fyri ein og hvønn prís.
- Og tað klára vit ikki, sigur hann at enda.