33 ár fyri at avdúka bin Laden

Pakistanski læknin Shakeel Afridi, sum hjálpti amerikonsku fregnartænastuni CIA at finna yvirgangsleiðaran Osama bin Laden, hevur nú fingið 33 ára fongsul fyri landasvik fyri gerð sína. Hann varð dømdur sambært revsilógini í Khyber-landspartinum, og umframt fongsulsrevsingina skal hann gjalda 20.000 krónur í bót.

-Hann er dømdur 33 ára fongsul fyri landasvik, og hann er fluttur til fongslið í Peshawar, sigur Mohammed Siddiq, sum er talsmaður hjá myndugleikunum í Khyber.

Shakeel Afridi (myndin) hevði arbeitt sum skurðlækni í Khyber í fleiri ár, tá CIA bað hann um hjálp til at finna Osama bin Laden. Tað gjørdi hann, og tað eydnaðist honum eisini at útvega dna-royndir, sum amerikanararnir skuldu brúka til at fáa prógv fyri, at talan var um bin Laden.

Um náttina tann 2. mai í fjør lupu servandir amerikanskir hermenn á húsini hjá bin Laden í býnum Abbottabad og skutu hann.