330 bíða eftir grundstykki í Havn

- Vit mugu út á privata marknaðin og heita á byggifeløgini um at koma við alternativum loysnum, tí vit noyðast at ásanna, at kommunan ikki einsamøll megnar at ganga øllum á møti sum ynskja eina bústaðarloysn, sigur Jan Christiansen, býráðsformaður í Havn

Rættiligur gravgangur er eftir grundstykkjum í Tórshavnar kommunu. Í dag bíða 330 fólk eftir grundøki og hvønn dag koma nýggir umsøkjarar á listan. Útstykkingarnar í Hoyvíkshaganum fara skjótt í gongd, og umframt tað hava fleiri byggifeløg ætlanir um at fara undir størri sethúsabygging.

Í Hoyvíkshaganum verður talan um 170 nýggj grundøki. Fólk kunnu velja ímillum 300, 400 og 500 fermetrar stór stykki. Íroknað eru eisini randarhús, sum verða bygd eftir sama leisti sum Millum Gilja og Inni á Gøtu.

- Upplendið rundan um Havnina er ikki óavmarkað. Tí mugu vit gera smærri grundøki eisini. Fólk ynskja ymiskar búloysnir, og tey, sum ynskja tað, skulu hava møguleikan at keypa eitt minni grundøki. Hyggja vit í miðbýin í Havn eru nógv smærri hús bygd á smá stykki. Í dag hava vit nakrar ásetingar sum eitt nú siga, at tú skalt halda teg 2,5 metrar frá mark, tá ið tú byggir. Á teim smæstu grundøkjunum í nýggju útstykkingini er ætlanin, at byggjast skal heilt út til veglinju og til mark hjá grannanum øðrumegin, sigur Jan Christiansen, býráðsformaður í Havn.


Bústaðarmynstrið broytast

Við tí vøkstri sum er í høvuðsstaðnum í løtuni verður um fá ár trupult at finna øki til útstykkingar. Bústaðarmynstrið má tí broytast, heldur býráðsformaðurin. Hann ásannar eisini, at kommunan einsamøll megnar ikki at ganga øllum á møti sum ynskja eina bústaðarloysn.

- Vit mugu út á privata marknaðin og heita á byggifeløgini um at koma við alternativum loysnum. Tað veri seg samanbygd hús, íbúðarblokkar, tvíhús ella annað. Á Berjabrekku verða nógv hús bygd afturat og ein onnur útstykking afturat verður í Hoyvíkshaganum, sigur Jan Christiansen.

Her sipar hann til byggifelagið Guttesen & Staksberg, ið ætlar at stykkja út við Løgmannabreyt. Talan verður um eini 100 bústaðareindir eftir nøkulunda sama leisti sum húsini á Berjabrekku.

- Byggifeløgini banka uppá nú og vilja sleppa í gongd, og vit kunnu ikki annað enn taka væl ímóti. Einasta kommunan skal gera er at lata lendi og góðkenna byggiætlanina.


Arbeiðið bjóðast út

Tíðarætlanin yvir útstykkingarnar í Hoyvíkshaganum sigur, at ráskitsan yvir, hvussu økið skal síggja út, skal verða liðug 1. mars. Miðskeiðis í apríl verða grundstykkini lutað út. Høvuðsverkætlanin skal verða liðug í juli mánaði. Eigarafelag skal setast á stovn um sama mundið, og síðani verður arbeiðið boðið út seinast í juli mánaði. Tá yvirtekur eigarafelagið arbeiðið. Miðskeiðis í august byrjar arbeiðið.

- Tíðarætlanin er kanska nakað bjartskygd, men í heyst skuldi arbeiðið verið byrjað, sigur Jan Christiansen.

Býráðsformaðurin roknar við, at grundstykkjaprísurin fer at liggja um slakar 300.000 krónur fyri eitt øki á 500 fermetrar.

Stóra tilgongdin til høvuðsstaðin trýstir ikki bert á bústaðarmarknaðin. Bíðilistin eftir dagstovnaplássi veksur tilsvarandi, og skúlarnir í høvuðsstaðnum eru um at verða fyltir nú. Í útstykkingini í Hoyvíkshaganum skulu dagstovnur og skúli byggjast, og Jan Christiansen roknar við, at um ikki so langa tíð verður farið undir at gera ein barnaskúla.

- Okkum dámar sjálvsagt væl at kommunan veksur og hevur tað gott, men risastóri vøksturin, sum er í løtuni, leggur eitt ógvuliga stórt trýst á kommununa.