36 borgarstjórar í áheitan: Keypið bløð – ella keypið lýsingar

Borgarstjórar í Danmark heita á fólk um at stuðla miðlar, sum eru hart raktir av koronakreppuni

– Keypið eitt blað, áðrenn tað er ov seint!

Soleiðis ljóðar áheitanin frá javnaðarborgarstjóranum í Odense, Peter Rahbæk Juel, og vinstraborgarstjóranum í Esbjerg, Jesper Frost Rasmussen. Teir óttast báðir gongdina, nú lokalu miðlarnir missa inntøkur, tí koronaåkreppan hevur steðgað so at siga øllum lýsingunum.

– Eg síggi væl, at nógvir av lokalu miðlunum hava tað ógvuliga ringt undir konronakreppuni. Teir hava frammanundan verið undir trýsti við nógvum broytingum, og nú hoyra vit um eitt dramatiskt fall í lýsingarinntøkunum. Eg beri ótta fyri, at koronakreppan kann kosta fleiri av lokalu miðlunum lívið, sigur Peter Rahbæk Juel við avisen Danmark.

Saman við Jesper Frost Rasmussen hevur hann tí sett seg í samband við fleiri aðrar borgarstjórar úr øllum landinum. Peter Rahbæk Juel hevur tosað við javanaðarfólkini, meðan Jesper Frost Rasmussen hevur tosað við vinstrafólkini. Higartil eru teir 36 borgarstjórar aftan fyri áheitanina um at fáa borgarar og virki til at stuðla lokalu miðlarnar.

– Tað hevur týdning, at vit kunnu vísa stuðul til lokalu miðlarnar. Sum borgari kanst tú tekna eitt hald upp á lokala blaðið, og sum virki kanst tú keypa lysingar, sigur Peter Rahbæk Juel við avisen Danmark.

Bæði hann og Jesper Frost Rasmussen hava merkt sær, at miðlahúsini hava trupulleikar við at fáa nyttu úr hjálparpakkunum, sum eitt samt Fólkating hevur samtykt fyri at hjálpa vinnulívinum.

##med2##

Tað er tí, at miðlarnir ikki steingja fyri øllum virkseminum, men tvørturímóti skrúva upp fyri at dekka koronakreppuna best gjørligt fyri borgarunum.

– Eg vóni eisini, at nakrir landspolitikarar vilja stuðla undir, so miðlarnir eisini kunnu fáa ein hjálparpakka. Eg haldi, at tað hevur týdning, tá so nógvir borgarstjórar fara út og senda so greið boð, sigur Jesper Frost Rasmussen.

Jysk Fynske Medier hevur 13 lokal og regional dagbløð, avisen Danmark, fleiri vikubløð, netbløð og útvarpsstøðir. Samtakið, sum hevur alt sítt virksemið á smærru plássunum, dylur ikki fyri, at koronakreppan rakar meint.

Fyrr i vikuni upplýsti samtaksstjórin Jesper Rosener, at virkið stendur til at missa 125 milliónir krónur serliga við mistum lýsingainntøkum. Tað hevur fingið fleiri enn 1100 starvsfólk at bjóða sær til at fara niður í løn í tríggjar mánaðir fyri at hjálpa arbeiðsplássinum gjøgnum kreppuna.

Jesper Rosener leggur dent á, at Jysk Fynske Medier sum samtak ikki stendur á gravarbakkanum, men at eitt trísiffrað milliónatap heilt víst fer at føra til eitt stórt hall í roknskapinum fyri 2020. Tí er hann fegin um stuðulin, sum kemur av átakinum hjá borgarstjórunum.

– Vit eru fegin um stuðulin. Okkum tørvar hann, og vit stuðla honum eisini sjálvi við eini lýsingarherferð í øllum bløðunum hjá okkum. Vit vilja eisini royna at breiða herferðina út til onnur miðlahús, so tað vonandi er onkur, sum fer at dekka allar lokalar og regionalar miðlar í Danmark, sigur Jesper Rosener.

Teir nógvu borgarstjórarnir fara serliga at brúka sosialu miðlarnar at heita á síni stóru netverk og nógvu fylgjarar um at stuðla bløðunum. Málið hjá borgarstjóranum í Odense, Peter Rahbæk Juel, er at einki blað skal steðga.

– Hvørja ferð ein lokalur miðil doyr, so verður lokalsamfelagið fátækari, og lokala fólkaræðið hjá okkum verður meira kaloriulætt. Tað er brúk fyri góðum fakjournalistum, sum kunnu røkka til botns í tí sum hendir í kommuni og lokalsamfelagnum. Alt tað, sum hoyrir heima í eini sunnari, lokaldemokratiskari vistskipan, sigur Peter Rahbæk Juel.

Hann vísir á, at vinnulívið gjølla skal umhugsa aftur at lýsa í bløðunum við lýsingunum, sum brádliga vórðu avlýstar, tá koronavirussið fór atbreiða seg í Danmark í síðstu viku.

– Virkini hava fingið nakrar hjálparpakkar, sum vónandi hjálpa teimum. Nú skulu virkini umhugsa, um nakrar av lýsingunum, sum eru avlýstar, kunnu koma aftur. Annars er vandin, at tann miðilin, sum tú plagdi at lýsa í, bara hvørvur, sigur Peter Rahbæk Juel við avisen Danmark.

Jesper Frost Rasmussen í Esbjørg er samdur og heitir samstundis á fólk um at stuðla bløðini við at tekna sær hald.

– Sum borgarstjórar hava vit brúk fyri, at onkur er, sum fremur journalistiskt arbeiði, og sum eisini heldur í oyrunum á okkum, so vit fáa eina javnvág í samfelagskjakið á rættan hátt. Um vit ikki hava lokalu miðlarnar, so eru eingin at koma við søgunum úr útjaðaranum ella við lokalum perspektivi, sigur Esbjerg-borgarstjórin við avisen Danmark.

Í øðrum londum hevur gongdin seinastu árini  kosað nógvum minni og millumstórum miðlahúsum lívið, og tað hevur ført til sonevndar tíðindaoyðimørkir, har heilar kommunur ella øki eru, sum ongan óheftan miðil hava. Ta støðuna ynskja borgarstjórarnir handan áheitanina ikki at standa í.

Kelda: Avisen Danmark - Jysk Fynske Medier