Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjógv

Í morgin Sunnudagin 3. august klokkan 16 verður serstaka konsertin og guðstænastan í gjónni við Gjógv.

Eftir at hava verið hildið nakrar fáar ferðir, er hetta longu vorðin ein árlig siðvenja, sum savnar væl af fólki hvørt ár, og er eitt sera gott høvið til at njóta

 

eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni.

 

Derhard Jógvanson verður prestur, og um viðrar, verður leita aftur til søguna, við at skjútsa inn á gjónna, sum eitt

 

minnið yvir gomlu skjúts-pliktina, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum. Hendan plikt, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí. Ofta í ivaveðri.

 

Tónleikur verður ikki spardur uppá - har Eiðis Ljómfelag leggur fyri, undir leiðslu av Oddur Magnusson Hentze.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

 

Fyrireikararnir gleða seg til enn einaferð at bjóða fólki til at njóta løtuna í stórbaru náttúruni. Kaffimuðurverðuraftaná.

 

Urguleikari verður Ari Hammer Joensen

Tórshavnar Mannskór, fer at syngja undir leiðslu av Hera Eysturlíð og Sámal Matras Kristiansen.

Eisini fer Tóra Vestegaard at ríka løtuna við solosangi, saman við gittarleikaranum Ragnar Olsen.