Rigmor Dam hevur latið fýra verkætlanum stuðul, ið hava til endamál at stimbra málmenningina hjá børnum. Tað boðar Mentamálaráðið frá á heimasíðuni í dag. Tað er partur av veddingarpengunum, ið landsstýriskvinnan hevur valt at luta til málmenningina hjá føroyskum børnum.
Tær fýra umsóknirnar, sum hava fingið játtandi svar í hesum umsóknarumfari, eru:
Námsvísindadeildin v/ Sjúrð Juul Ravnsfjall: “Forrita á og við teldlum”. (120 tús. kr.)
Talan er um at menna eitt tilboð, har ið farið verður út á skúlar og frítíðartilboð til børn og ung fyri at forrita á og við teldlum.
Føroyska Bíbliufelagið v/ Gunnar K. Nattestad: Nýggja testamenti á gerandisføroyskum. (100 tús. kr.)
Endamálið hjá Bíbliufelagnum við at geva út eitt nýggja testamenti á gerandisføroyskum er fyri fyrstu ferð nakrantíð at geva okkara børnum og ungu eitt nýggjatestamenti úr grundmálinum, sum er orðað júst til teirra, so tey møta Bíbliuni í eygnahædd.
Sundsá v/ Turið Bærentsen úr Konoy: Telduspøl og appir. (90 tús. kr.)
Turið Bærentsen úr Konoy fer at gera telduspøl og appir, ið kunnu menna føroyska málið hjá børnum og ungum í øllum aldri.
Sissal Maria Rasmussen: Foreldrafrágreiðingar um málmenning. (75 tús. kr.)
Foreldrafrágreiðingar um málmenning hjá børnum skulu gerast tøkar fyri almenninginum. Ein foreldrafrágreiðing er eitt spurnarskjal til foreldur um, hvørji orð børn duga. Hetta er eitt háttalag at meta um orðfeingi hjá børnum. Orðfeingi er partur av málmenning hjá børnum, sum hevur stóran týdning innan mál- og lesimenning.