385,7 tons fyri 5,4 miljónir krónur

Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun 385,7 tons av fiski fyri tilsamans 5,4 miljónir krónur. Hetta er ein stórur søludagur í nøgd, og miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanløgd var 14,21 krónur fyri kilo.

Størstu nøgdirnar á marknaðinum í morgun vóru toskur, longa, kongafiskur, brosma, havtaska og svartkalvi.

Av toski var mest av toski 2 og toski 3, sum fingu miðalprísirnar 17,26 og 15,13 krónur fyri kilo.

Besti miðalprísur á longu var 13,11, á kongafiski 10,85, og besti miðalprísur á brosmu var 7,83 krónur fyri kilo.

Bestu miðalprísir á havtasku og svartkalva vóru ávikavist 27,60 og 28,02 krónur fyri kilo.

Taka vit prísirnar á hýsu við eisini, var besti miðalprísur her 12,02 krónur fyri kilo, sum var fyri hýsu 1.