Tað hevur verið stór útskifting á føroyska fótbóltslandsliðnum seinnu árini. Og tað eru hagtølini frá 2008 greið tekin um. Jógvan Martin Olsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, hevði ikki færri enn 39 leikarar í landsliðshópinum í 2008. Tríggir teirra komu ongantíð á vøllin – Herbert í Lon Jacobsen, Áki Petersen og Gunnar Nielsen. 15 av teimum 39 leikarunum royndu seg bara eina ferð í landsliðsbúnanum. Millum annað Mortan úr Hørg, Óli Hansen, Súni Olsen og Pætur Dam Jacobsen. Tað upplýsir heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.