Í oktober í ár eru 17.203 ferðafólk farin og komin um floghavnina í Vágum. Hetta er 4,5% færri enn í oktober í fjør, tá talið var 18.022. Tíggju teir fyrstu mánaðirnar var ferðafólkatalið 8,9 prosent minni enn somu mánaðir í fjør.
Í oktober í ár hava verið 422 komur og fráferðir. Hetta er 12,5% fleiri enn í oktober í fjør, tá tað vóru 375 komur og fráferðir, skrivar Vága Floghavn á heimasíðu síni.l
Fyrstu 10 mánaðarnar í ár eru 178.111 ferðafólk komin og farin um floghavnina. Hetta er 8,9% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ferðafólkatalið var 195.616.