Føroyar eru á triðja plássi í norðurlendsku hagtølunum fyri, hvussu stórur partur av ungdóminum hevur roynt amfetamin. Tølini vóru kunngjørd á ráðstevnu í Reykjavík um vikuskiftið, skrivar íslendska Fréttablaðið.
Tólv prosent av íslendska ungdóminum í aldursbólkinum frá 16 til 19 ár, hevur roynt amfetamin.
Danmark er á øðrum plássi við 7,2 prosentum. Føroyingar eru á triðja plássi við 4,9 prosent. Talið fyri Noregi er 2,6 prosent, og minni enn tvey prosent av svenska og finska ungdóminum hava roynt amfetamin.
Amfetamin verður eisini rópt speed. Fólkaheilsuráðið skrivar á sínari heimasíðu, at um tú tekur amfetamin, verður tú í góðum lag og fær eina kenslu av gleði og varhugan av at megna alt. Samstundis verður tú rastleys/ur, sjálvsøkin og prátingasom/samur.
Amfetamin køvir ávaringartekin frá kroppinum um tildømis pínu ella møði. Kroppurin er tískil ikki førur fyri at boða frá, hóast hann er útlúgvaður, og tú kann tí smella um av møði.
Við javnari nýtslu ella yvirdosis, ert tú í vanda fyri at fáa hjartasteðg og doyggja, tí amfetamin fær æðrarnar at taka seg saman, og hjartað slær seinni, skrivar Fólkaheilsuráðið um amfetamin.