40 ára minnið: Var útvarpsmaður tá Argentina hertók Falklandsoyggjarnar

(Úr savninum) Hoyr samrøðu við Patrick Watts, ið var útvarpsmaður í Port Stanley tá Argentina gjørdi innrás har fyri júst 40 árum síðani

Patrick Watts, Radio Falkland

Patrick Watts, Radio Falkland

##med2##

 

Í dag eru liðin júst 40 ár síðani, at Argentina gjørdi innrás í tí teir nevna Malvinurnar.

 

Vit onnur nevna oyggjarnar Suður-Georgia og Falklandsoyggjarnar. Tað var 2. apríl í 1982, at Argentina hertók oyggjarnar sum teir siga seg eiga og hava søgulig rættindi til, hóast eingin argentini býr á hesum oyggjunum.

 

Argentina var fyri svíðandi tapi tá Bretland setti øll segl til fyri at vinna oyggjarnar aftur, og 14. juni í 1982 hevði Bretland vunnið kríggið og hevði vunnið Falklandsoyggjarnar og Suður-Georgia aftur frá argentinum.

 

Aftaná kríggið vunnu falklandsbúgvar rættin at avgera sína egnu framtíðarstøðu. Í 2013 hildu falklandsbúgvar eina fólkaatkvøðu har 1.513 atkvøddu fyri framhaldandi at hoyra til Bretland. Bara tríggjar atkvøður vóru ímóti at hoyra til Bretland. Argentina vildi tó ikki viðurkenna fólkaatkvøðuna, og argentinar gera framvegis krav uppá Malvinurnar.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu frá oyggjaleikunum á Álandi í 2009, ið Heri Simonsen gjørdi við falklendska útvarpsmannin, Patrick Watts sum var útvarpsmaður hjá Radio Falkland í høvuðsstaðnum Port Stanley, tá argentinar tóku býin 2. apríl í 1982. Argentinar sensureraðu øll tíðindi, og Patrick Watts slapp ikki altíð at lesa tey tíðindi hann vildi, og heldur ikki at gera tær samrøður hann vildi. Tað var ein stórur dagur fyri Patrick og allar falklandsbúgvar tá bretar høvdu ræðið á oyggjunum aftur. Patrick legði eina við, at bretsku hermennirnir sum góvu sítt lív fyri teirra frælsið fara aldrin at vera gloymdir. 

 

 

 

Patrick Watts, Radio Falkland

Patrick Watts, Radio Falkland