Búskaparkreppan í Íslandi merkist eisini á uttanlandsferðum íslendinga Fýrati prosent færri íslendingar fóru uttanlands frá Leifsstöð í januar mánaði farna, samanborið við sama mánað árið fyri.
Tilsaman fóru 16 túsund íslendingar uttanlands umvegis Leifsstöð í januar, í mun til 31 túsund í januar mánaði í fjør. Tað er ein minking á 15 túsund fólk, svarandi til góð fýrati prosent.