400 børn á bíðilista

Tórshavnar Musikkskúli kundi havt tvær ferðir so nógvar lærarar sum nú - um pengar vóru



Tónleikaundirvísingin í Tórshavnar Musikkskúla byrjaði aftur 18. august. Ikki var neyðugt at lýsa við hesum frítíðarítrivum, tí áhugin fyri at sleppa inn á skúlan er størri enn so.

Á skúlanum ganga umleið 350 næmingar, sum fáa undirvísing í hesum ljóðførum: Violin, bratch, cello, kontrabass, tvørfloytu, klarinett, obo, fagott, saxofon, trompet, kornett, euphonium, alt horni, baryton horni, trombone, waldhorni, tuba, klaver, keyboard, orgul, guitar, elbass og trummur/slagverk.

Rokna vit samanspælið aftrat, ganga umleið 500 børn á musikkskúlanum.

Men áhugin er væl støddi enn so, tí umleið 400 børn standa á bíðilista. Til okkurt ljóðføri er bíðlistin so langur, at tey noyðast at bíða í fleiri ár at sleppa inn.

- Vit royna at skriva øll upp, men ilt er at gera við, sigur Napoleon Nólsoy, leiðari á skúlanum.

So leingi sum játtanin til skúlan ikki er størri, ber ikki til at lata fleiri sleppa inn á skúlan, sum skuldi havt tvær ferðir so nógvar lærarar, um øll børnini á bíðilistanum sluppu inn.

Landið og kommunan rinda læraralønirnar helvt um helvt.

Men hóast alt eru nøkur pláss eftir til musikalsku spælistovuna fyri 5 ára gomul børn.