74 miljardir dollarar ella einar 400 miljardir krónur. Tað er tað, sum meksikanski, Carlos Slim Helu, eigur á bók sum heimsins ríkasti maður. Tað vísir ein uppgerð yvir heimsins ríkastu miljarderar, sum norska Dagblaðið hevur frá øðrum keldum.
Sagt verður, at tilsamans 1210 miljarderar eru í heiminum, og hesir eiga ognir á tilsamans 2,5 biljónir krónur.
Ovast uppi sum heimsins ríkasti er meksikanski telekomkongurin, Carlos Slim Helu.
Microsoft-stovnarin, Bill Gates, eigur sambært uppgerðini 56 miljardir dollarar, og á einum triðja plássi kemur íleggjarin, Warren Buffett, við sínum 50 miljardum dollarum.
Heimsins ríkasti, Carlos Slim Helu, sum er sonur ein libanesiskan innflytara, byrjaði sum 12 ára gamal at keypa partabrøv í einum banka.
Hann gjørdist av álvara múgvandi, tá hann keypti telekom-monopolið Telmex frá statinum og umgjørdi tað til eina ?pengamaskinu?, sum í dag fevnir um America Movil við 201 miljónum viðskiftafólkum ? heilt úr Brasilia til USA.
Ognirnar hjá Carlos Slim Helu fevna eitt nú um kendastu stórketur, hotellir, matstovur, íløgur í oljuboring, byggiídnað og bankan, Inbursa. Í USA eigur hann part í feløgum sum Saks og New York Times.
Sjálvt um hann er ein royndur vinnulívsmaður við góðari nøs fyri vinningi, sigst hann at liva eitt beskeðið lív.
Carlos Slim Helu hevur búð í somu húsum í 40 ár, og hann koyrir ein gamlan Mercedes.