409 nýggir skattgjaldarar í Føroyum

Toll- og Skattstova Føroya hevur higartil stovnað yvir fýrahundrað til útlendskar oljuarbeiðarar. Hesir eru allir útlendingar, sum starvast hjá útlendskum fyritøkum

 

Oljuvinnan hevur so við og við fingið fastatøkur í føroyska samfelagnum. Tvey umfør við royndarboringum eru í løtuni ígongd, og enn fleiri skulu byrjað longri frammi í tíðini.

Tað, at oljufeløgini er komin at virka í Føroyum merkist eisini. Eitt stað, har tey vita einamest um, hvussu oljuvinnan ávirkar føroyska búskapin er hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Í 1999 sá ein kolvetnisskattalóg dagsins ljós. Henda varð seinni broytt í mars 2000, og ásetur hon, hvussu landið skal lønast við skattum frá feløgum og arbeiðsfólki. Eisini varð í mars 2000 gjørd kollvetnisskattafyrisitingarlóg, ið ásetur álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av kollvetnisvirksemi.Tað er hetta lógarvirksemi, sum oljufyritøkurnar mugu rætta seg eftir.

Toll- og Skattstova Føroya hevur eina serliga deild at taka sær av hesum málum. Á hesari deildini, ið kallast Kollvetnisskattadeildin, starvast trý fólk, er tað teirra uppgáva at syrgja fyri, at skattakrónurnar frá oljufólkunum koma undir land hjá landskassanum. Leiðarin á kollvetnisskattadeildini eitur Asbjørn Olsen.


30 nýggj virki, 409 nýggj arbeiðsfólk

Seinastu tveir mánaðinar hava fólkini uppi í Albert Hall havt úr at gjørt. Eini 30 nýggj virki eru, sambært Asbirni Olsen, stovnaði. Talið á nýggjum p-tølum er 409. Hesi fólkini skulu øll gjalda 35 % av teirra inntøku til føroyska landskassan. Hesi 409 p-tølini eru øll givin til útlendskar arbeiðarar hjá útlendskum fyritøkum, sum eru við í føroysku oljuvinnuni. Hetta tal ljóðar av nógvum, og tá hugsað verður um nógva pengarnar, sum gera seg galdandi í oljuvinnuni, er skjótt at ímynda sær stórt ríkidømi. Hvussu nógv hesi góðu fólk geva landskassanum at tyggja uppá er ikki greitt enn. Sambært Asbjørn Olsen, so verður tað um mánaðarskifti, at tey fyrstu tølini vera klár, sum vísa, hvussu nógv hesi fólkini hava givið landskassanum.

Hesi 409 fólk mugu mestir fyrst og fremst vera umborð á Sovereign Explorer og West Navion. Umborð á West Navion er pláss fyri 117 fólkum, og Sovereign Explorer hevur um 90 fólk umborð. Leggja vit hesi bæði tølini saman og falda við tvey, tá hugsað verður um, at fólk skiftast um at vera umborð, so verður hetta tal meira enn 409. Ikki øll umborð ganga eftir somu skattareglum, tá nøkur eru føroyingar. Eisini er ikki altíð soleiðis, at tað er fullmannað umborð.

Í øllum førum situr bróðurparturin av teimum fólkunum, sum hava fingið nýtt føroyskt p-tal umborð á entin Sovereign Explorer ella West Navion.


Eindømi

Kollvetnisskattalógin er, sambært Asbjørn Olsen, sum so at meta sum eitt avrit av teirri donsku lóggávuni. Fyrisetingarlóggávan er tó ikki lík nakrari aðrari í heiminum.

-Í Føroyum verður lønirnar hjá útlendsku arbeiðarunum skattaðar gjøgnum samtíðarskattaskipanina, og hetta er eitt eindømi, sigur Asbjørn Olsen.

Kolvetnisskattalógin umfatar bæði offshore arbeiðarar og arbeiðarar á landi. Hetta sama er ikki galdandi í eitt nú Norra. Vanligt er aðrastaðni, at tað er arbeiðsgevarin, sum sjálvur roknar út, men í Føroyum verður einstakur arbeiðari skrásettur.

Sosialurin skilir, at henda skipanin hevur við sær eyka umsitingarligt arbeiði hjá teimum ymsu fyritøkunum, men fyritøkurnar halda seg ikki aftur av hesi orsøk. Feløgini royna og skulu rætta eftir teimum lógum, sum eru galdandi fyri landið, har tey virka.