Skulu brúka 66 milliónir at styrkja talgildingina

Komandi trý árini er ætlanin at brúka 66 milliónir krónur at styrkja talgildingina.

Mynd: SMJ

Tað stendur í ískoytistilfarinum til løgmansrøðuna.

Løgtingið samtykti í apríl 2025 verklagslóg um Talgildu Føroyar 2.0. Við samtyktini verður tikið týðandi stig á leiðini móti at tryggja vælferðina og at fremja effektiviseringar í almenna geiranum. Verklagslógin er grundað á heildarætlanina fyri talgilding av samfelagstænastum árini 2025–2027. 

Har stendur víðari í ískoytistilfarinum, at við talgilding hava vit eitt amboð, sum lættir um gerandisdagin hjá føroyinginum, gevur vinnuni betri kappingarføri og effektiviserar og nútímansger almennu fyrisitingina. Við samtyktu verklags- lógini verður talgilding raðfest sum ein av hornasteinunum til at loysa stóru avbjóðingarnar, sum samfelagið stendur fyri. 

Heildarætlanin fyri talgilding av samfelagstænastum árini 2025-2027 er framhald av arbeiðinum, sum byrjaði í 2015 og hevur givið okkum Samleikan, Vangan og Skjáttuna. Føroyar eru longu komnar langt innan fyri talgilding, og framgongdin vekir bæði ans og viðurkenning uttanlands. 

– Farið verður nú undir næsta stig við 15 átøkum, sum skulu fremjast komandi trý árini. 

– Átøkini snúgva seg fyrst og fremst um at gera tað lættari hjá fólki og vinnu og betri fyri samfelagið, stendur í ískoytistilfarinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans. 

Ætlanin er at brúka 66 mió. kr. til at styrkja talgildingina komandi trý árini. 

 

 

Mynd: SMJ