KÍ fekk fulla úrtøku móti B36 í hesum kappingarárinum

Vit taka stutt samanum teir tríggjar dystirnar millum KÍ og B36

Tað royndist optimalt hjá KÍ í teimum trimum dystunum mót B36 í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

KÍ vann allar tríggjar dystirnar. Liðini møttust eisini í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, og har var KÍ sigrandi aftaná brotssparkskapping.

 

Sostatt var samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum í Betrideildini níggju stig til KÍ, og einki stig til B36. 

 

Samlaða málúrtøkan í teimum trimum dystunum gjørdist 8-2 til KÍ.

 

B36 gjørdi sjálvmál bæði í fyrsta og í øðrum dystinum móti KÍ.

 

B36 – KÍ 0-3 (0-1) - 18. august

 

0-1: Hallur Hansson 17.

 

0-2: Páll A. Klettskarð 54.

 

0-3: Àrni Frederiksberg 84.

 

KÍ-B36 2-1 (1-0) - 22. juni 

 

1-0 sjálvmál 29.

 

2-0 Deni Pavlovic 77.

 

2-1 Djóni Sivertsen 90.+

 

B36-KÍ 1-3 (1-3) - 16. mars 

 

0-1 sjálvmál 9.

 

1-1 Bogi Reinert-Petersen 13.

 

1-2 Páll A. Klettskarð 23.

 

1-3 Patrik Johannesen 41.

 

Kelda: FaroeSoccer