- Fundurin millum forsetarnar, Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump, var væleydnaður, men tað er ógvuliga langt til frið í Ukraina.
Tað sigur norski uttanríkisráðharrin við norska kringvarpið - NRK - í morgun.
Fleiri evropeiskir leiðarar vóru saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, í Hvítu Húsunum í Washington í gjár.
Eftir fundin millum Zelenskyj og Trump hitti amerikanski forsetin, Donald Trump, eisini evropeisku leiðararnar saman við ukrainska forsetanum.
- Hetta var týdningarmikið, heldur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.
Hann heldur, at stóra fundarvirksemi millum amerikanska forsetan og evropeisku leiðararnar sendir eitt týdningarmikið tekin um evropeiskt samanhald.
- Hetta er eitt tíðarskeið, har tað er ógvuliga týdningarmikið, at allur vesturheimurin stuðlar Ukraina.
Espen Barth Eide heldur, at tað tykist sum leiðararnir á fundunum í Washington í gjárkvøldið vóru rímiliga ítøkiligir í samrøðunum.
- Eftir fundirnar tykist tað, sum vandin fyri, at sundurlyndi verður millum Evropa og USA er minkaður, leggur uttanríkisráðharrin aftrat.