Ein lívsstílur at vera skúlastjóri í slíkum húsi

Húsarhaldsskúlin í Klaksvík hevur latið dyrnar upp fyri fyrstu næmingunum í nýggja skúlabygninginum. Gamli skúlin livdi ikki upp til dagsins krøv, og tí fegnast tey um at hava fingið ein stásiligan bygning, sum gevur nógvar møguleikar, kjarnuvirksemi í Húsarhaldsskúlanum verður kortini tað sama

Jóhanna á Tjaldrafløtti hevur verið skúlastjóri í Húsarhaldsskúlanum í 31 ár, og hon fegnast nú nýggjur skúli loksins er liðugur.

 

Arbeiðið at byggja nýggjan húsarhaldsskúla byrjaði longu í 2003. Tá bleiv fyrsti arbeiðsbólkur settur. Húsarhaldsskúlin húsaðist í einum sethúsum, sum ikki vóru bygd til endamálið.

 

- man hevur pjøssað uppá, og bygt afturat húsunum. Tað hevur verið ordiliga hugnaligt, og ein góð tíð, men skúlin livdi ikki upp til nútíðar krøv. At tað skuldi taka so nógv ár hevði eg ikki vænta, men vit eru ordiliga glað, tí hetta eru eini fantastiskt hús. 

 

Sí fleiri myndir av Húsarhaldsskúlanum in.fo - fyrst og fremst

 

Jóhanna á Tjaldrafløtti ásannar, at hon hevur eitt serligt starv,

 

- Man telur ikki tímar í hesum arbeiðinum, tað er ein lívsstílur at vera skúlastjóri í einum slíkum húsi, og tað dámar mær væl.   

 

Húsarhaldsskúlin strembar eftir at vera ein grønur skúli, hetta sæst bæði í nýggja bygninginum, og í virkseminum hjá skúlanum. Eitt nú hevur skúlin flagtak, og verður hitaður við sjóhita.

 

- vit ynskja eisini at tað burðardygga skal síggjast aftur í undirvísingini, bæði í matgerðini, og hondarbeiðnum.

 

Les alla samrøðuna við Jóhannu á Tjaldrafløtti í Sosialinum 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##