Í dag fyllir Jóannes Hansen á Toftum 70 ár. Jóannes er ættaður úr Klaksvík, sonur Ragnhild og Karsten Hansen. Mamman var bóndadóttir úr Heimistovu í Svínoy, og pápin var av Toftum og var 11 ára gamal, tá ið hann fór til Svínoyar at vaksa upp. Mamma hansara var úr Svínoy, og pápin var úr Túni á Toftum.
Jóannes vaks saman við systkjunum Hanusi og Finngerð, sum bæði búgva í Klaksvík, upp í útróðrarheimi á Heygum í Klaksvík. Hann plagar at viðmerkja 19. august, sum er føðingardagurin, at pápin var við 30 tonsaranum Barinum á Suðurlandinum við kalvalínu, tá ið telegrammið kom yvir Reykjavíkar radio, sum bar honum boðini um, at Ragnhild hevði átt ein son aftrat.
Jóannes er útbúgvin fólkaskúlalærari í Havn og cand.mag ísamfelagsfrøði og geografi á RUC í Danmark. Hann hevur starvast sum studentaskúlalærari, síðani hann flutt aftur til Føroya í 1987. Tó var hann í fimm ár, frá 2006 til 2011, rektari á Føroya Læraraskúla.
Jóannes er giftur Sonnu í Túni, jarðarmóður, og eiga tey døturnar Randi og Elisabeth. Tær eiga fýra børn hvør, og tey átta barnabørnini fylla nógv hjá ommuni og abbanum.
Jóannes er eisini kendur úr fjølmiðlunum. Her hjá okkum í Miðlahúsinum hevur hann verið trúgvur og skriva um ítrótt í fleiri enn 30 ár. Hann er eisini landskendur sum viðmerkjarin í sjónvarpinum, tá val eru í Føroyum.
– Hjartaliga tillukku við 70 ára degnum og alt tað besta framyvir!