Tað størsta fyri fólkið er at demokratiið sigraði

- Tað er harmiligt, at fleiri ganga so lætt um sannleikan og fólkaræðið. Fólkaræðið virkar bara, um vit øll luttaka, sigur Jonhard Danielsen

Nýggjárslyftið er at smalka pyjamassin einar 2-3 strípur í 2026, sigur Jonhard Danielsen brosandi

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár? 

 

- Hjá okkum verður tað stilt og róligt. Vit koyra ræst kjøt í pottin og hugna okkum saman sum familja.

 

Tað sigur Jonhard Danielsen, og hann leggur aftrat, at fylgt verður helst eisini við í sjónvarpinum gamlaárskvøld.

 

- Á midnátt verður tað boblevatn, og so hyggja vit eftir tí flotta fýrverkinum, sum plagar at verða. Hetta nýggjárið er serligt fyri okkum, tí hetta er seinasta árið, at vit vera her í okkara heimi á Niðara Vegi í Søldarfirði, tí vit hava selt húsini.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?  

 

- Eg bleiv pápabeiggi til ein fittan drong. Hann varð føddur alt ov tíðliga. Vit gleðast og takka fyri, at hann mennist so væl hvønn einasta dag. So, nú bíða vit spent eftir, at tey koma heim, og vit sleppa at klemma tey og lítla barnið.

 

Jonhard Danielsen heldur fyri, at tað størsta fyri fólkið í 2025 var, at tað gjørdist umval, og at demokratiið sigraði.

 

- Umval varð, grundað á, at tað varð ruddað út í landsstýrinum og útskifting í aðalráðnum. Demokratiið er grundsúlan undir okkara samfelagið, og sigurin er ikki bert í Runavíkar kommunu, men í øllum kongaríkinum, sigur hann.

 

Og hvat var tað keðiligasta í 2025?

 

- Tað er harmiligt, at fleiri ganga so lætt um sannleikan og fólkaræðið. Fólkaræðið virkar bara, um vit øll luttaka, sigur Jonhard Danielsen.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? 

 

- At vit øll eru líka góð við hvønn annan alt árið, sum gamlaárskvøld á midnátt. Eg vóni eisini, at nýggi eigarin av húsinum fær líka stóra gleði av teimum, sum vit hava havt.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti? 

 

Ja, eg ætli mær at smalka pyjamassin einar 2-3 strípur í 2026, sigur hann brosandi.

 

Jonhard Dsnielsen leggur aftrat, at hann fer at halda fram við at kempa fyri rættvísi.

 

- Mítt ynskið er at koma aftur til politiska borðið og føra Runavíkar kommunu aftur á rætta kós, sigur hann.

 

Og seinastu orðini hjá honum eru hesi:

 

Við ynskjum um eitt gott nýggjár við orðunum í sálmi 37:5: Lít Harranum vegir tínar til; lít eisini á hann, og hann skal fáa tað til at bera á.

 

Nýggjárslyftið er at smalka pyjamassin einar 2-3 strípur í 2026, sigur Jonhard Danielsen brosandi