Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Nýggjárið verður hildið í Vági saman við familjuni. Tað er einki annað stað í allari verðini, eg vil halda nýggjár enn í heimbygdini.
Soleiðis sigur Marin Hentze Gaardlykke.
- Eg minnist, tá eg lærdi til kokk í Danmark og seinni sum kokkur, at tá var ongantíð nøkur jólaferia. Bæði á jólum og nýggjárinum var eg til arbeiðis, men tankarnir vóru heima í Vági - serliga á nýggjárinum, tí nýggjárið í Vági er so fantastiskt.
Hon sigur, at tey plaga at fara til felags morgunmatin vesturi í VB-húsinum, og seinni verður faklagonga og bál saman við familjum í grannalagnum.
- Eftir hetta eta vit okkurt gott, og síðan skjóta vit eina rúgvu av fýrverki. Tá klokkan nærkast midnátt, spáka vit vestur til Tríkantin saman við faklagonguni og njóta løtuna har.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Sum familja høvdu vit eina deiliga summarferiu í Danmark, og vit hava havt nógva vitjan frá familju, sum býr uttanlands, og tað eri eg sera takksom fyri.
Marin Hentze Gaardlykke vísir á, at havna-og vinnunevndin í Vágs kommunu var ein so sera góðan túr við Ísafjørðin og Reykjanesbý í august mánaði, og her bæði upplivdu og lærdu tey nógv, eitt nú um cruisevinnu.
- Tað var við blandaðum kenslum, at eg segði meg úr starvi á Strandferðsluni, men eg merki nú, at hetta var ein røtt avgerð, eg tók. Eg sakni mínar røsku starvsfelagar, men Suðuroyggin er ikki størri enn so, at vit hittast javnan, bæði tá eg eri til handils ella gangi mær ein túr í bygdini.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Á páskum andaðist vermóðir, og tað hevur sett síni spor. Heilsan hjá verfaðir er ikki, sum hon hevur verið, og tað eri eg hørm um. Hann hevur verið okkum ein so góð hjálp. Vit síggjast dagliga, og synirnir elska at vitja abba sín.
Hon vísir á, at verfaðir gongur móti teimum 87, og tað er ikki fyrr enn nú, at tey merkja, at hann er farin at eldast, tí hann hevur verið so væl fyri og er altíð í gongd við okkurt.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Eg havi góðar vónir fyri komandi árið. Tað er við takksemi, eg líti aftur eftir, og eg eri eyðmjúk yvir at standa her á gáttini til 2026.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei, tað geri eg ikki, men eg havi eina “heimagjørda” nýggjársbøn, sum eg altíð biði, tí tað er so týdningarmikið at takka fyri tað farna og biðja um signing fyri tí, ið koma skal, sigur Marin Hentze Gaardlykke.











