Portugisiska fótbóltsstjørnan Cristiano Ronaldo fyllir 41 ár í februar, men hóast hann er komin í høgan fótbóltsaldur, so hevur hann ongar ætlanir um at enda sína yrkisleið enn.
Hann vil náa einum veruligum hornasteini, áðrenn hann hongur stivlarnar upp.
Sambært Reuters er hann skrásettur fyri 956 mál í yrkisfótbóltsdystum, og hann vil røkka 1000 mál næsta árið ella tvey, áðrenn hann leggur frá sær fótbóltin.
Hetta segði hann á stórari gallaveitslu í Dubai.
– Tað er hart at halda fram við at spæla fótbólt, men eg eri sera motiveraður. Øll vita, hvat mítt mál er. Eg vil vinna steyp og eg vil skora 1000 mál. Fái eg ongan skaða, so komi eg hartil um eitt ella tvey ár, sigur Cristiano Ronaldo sambært Reuters.
Hann hevur skorað 450 mál fyri Real Madrid, meðan hann hevur yvir 100 mál fyri Manchester United, Juventus, Al-Nassr og portugisiska landsliðið. Fyrstu árini á yrkisleiðini var talan um nøkur mál fyri Sporting í heimlandinum.
Sera góði sáttmáli hansara við saudiarabiska Al-Nassr varir til summarið 2027. Cristiano Ronaldo er opin fyri at spæla enn longri enn tað - sjálvt um tað krevur felagsskifti.
– Mín kensla fyri spælinum er himmalhøg, og eg vil halda fram. Tað hevur ongan týdning fyri meg, hvar eg spæli - um tað er í Miðeystri ella í Evropa. Eg havi altíð elskað at spælt fótbólt, og eg ætli mær at halda fram, segði hann.
Týsdagin kann Cristiano Ronaldo taka enn eitt fet móti málinum nummar 1.000, tá Al-Nassr spælir í saudiarabisku deildini.
/Ritzau/











