Sólrun byrjar nýggja árið í Filmsfelagnum

Mikudagin 7. januar byrjar Filmsfelagið nýggja árið við einum nýkomnum suðurkoreanskum spenningsfilmi eftir Park Chan-wook.

 

Sólrun Gleðisheygg Weihe, sum hevur eina master í enskum og miðlakunnleika, fer at innleiða henda fyrsta filmin í nýggja árinum.

Filmurin er “No other choice” hjá meistaranum Park Chan-wook (f.1963), ið áður hevur gjørt “Old Boy” og “Decision to Leave”, sum Filmsfelagið fyrr hevur víst.

Í skránni hjá Filmsfelagnum verður sagt soleiðis um filmin:

Í samfull 25 ár hevur You Man-su verið trúfastur starvsmaður sum serkønur í pappírsídnaðinum. At síggja til livir hann eitt eydnusamt familjulív við konuni Mi-ri, tveimum børnum og tveimum hundum. Bráddliga verður Man-su sagdur upp. Ein hending, sum skapar kaos í tilveruni, so alt fer av kós. Tá kappingarneytin, Moon Paper, søkir eftir fólki, ætlar Man-su sær starvið. Men tá hann ikki fær møguleikan, velur hann at ganga egnar leiðir, og tað ikki við mýkindum.

“No other choice” varð frumsýndur við bestu ummælum í høvuðskappingini á filmstevnuni í Venezia 2025 og hevur síðan verið sýndur á flestu altjóða stevnum. Ummælarar kalla Suðurkoreanska filmin ein Oscar front-runner í kappingini um besta altjóða film, og IndieWire vil vera við, at filmurin fer at vinna Oscarvirðislønina fyri ársins Besta Film.

The Guardian sigur um fyrsta filmin í árinum hjá Filmsfelagnum: “A razor-sharp class satire that recalls the spirit of Parasite - but with Park’s colder precision and absurdist humour.”

“No other choice” verður sýndur við donskum undirteksti. Atgongumerkjasølan er byrjað. 

7/1 kl 20:00 No other choice (Park Chan-wook Suðurkorea 2025 139 min).

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##