Í gjárkvøldið var skipað fyri rekkjukoyring í Sandoynni, har koyrt varð úr Skopun til Sands og síðan til eysturbygdirnar, Húsavík og Skálavík.
Tiltakið byrjaði við smyrjibreyði á Skopunarkai klokkan 21, har høvi var hjá teimum, sum vóru við í koyringini, at fáa ein góðan bita.
Eftir at hava koyrt gjøgnum bygdina í Skopun, varð farið til Sands, har eisini varð koyrt gjøgnum bygdina og síðan út á havnarlagið, har steðgað varð eina løtu.
Av Sandi varð farið til eysturbygdirnar, Húsavík og Skálavík.
Klokkan var gott og væl farin um midnáttarleitið, áðrenn bilarnir vóru aftur á Sandi og hildu leiðina fram til Skopunar, har rekkjukoyringin endaði.
Við í koyringini vóru nógvir vælpyntaðir bilar - við alskyns ljósum og litum - og her vóru eisini pyntaðar motorsúklur, har førararnir vóru ílatnir sum jólamenn.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##




















